Henrik Old hevur ongar vónir

Tað krevur eitt ótrúligt bjartskygni staðfestir hann

Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur ikki stórvegis vónir um at fáa politiska undirtøku fyri at byggja fimm nýggj skip til Strandferðsluna. 

 

Sum vit skrivaðu í grein í áðni, sigur Thormund Johannesen skipaverkfrøðingur, at tað er einasta gongda leiðin hjá landsins myndugleikum. Tað kanst tú lesa meiri um HER.

 

– Sjálvandi skulu vit byggja nýggj skip, men ein skal vera heilt ófatiliga bjartskygdur sum heldur, at tað fer at bera til at fáa politiska undirtøku fyri at byggja fimm nýggj skip, heldur hann. 

 

Hann veit av royndum, hvussu ótrúliga ringt tað er at fáa undirtøku fyri at byggja eitt skip til Strandferðsluna, og tíansheldur heldur hann, at tað er púra veruleikafjart at droyma um at fáa undirtøku fyri at byggja fimm skip. 

 

Hann hevur heldur ikki serliga vónir um, at tað fer at eydnast, hóast hann kann vísa á, at tað hevði verið orkusparandi, tað hevði dálkað minni og bíligari í longdini. Hann ivast eisini í, um umhvørvisligu atlitini fáa politikarar at bíta á.

 

– Fyrr ella seinni skulu vit byggja nýggj skip, men hann heldur, at tað hevði verið eitt ógvuliga stórt framstig at fingið eitt skip, sum kann brúkast í eini fastari rutu, men tað má sjálvsagt vera so mikið stórt, at tað kann brúkast í rutuni upp á Nólsoy, og tí má skipið taka nakrar bilar.

 

– Eitt annað er um vit fáa eitt avloysaraskip, sum ikki tekur meiri enn einar tveir bilar, leggur hann afturat.