Heimsins besti spælari skal finnast millum hesar, siga landsiðsvenjarar og -liðformenn, sum ikki hava Henry millum teir bestu, hóast hann í ár var einasti spælarin, sum var í finaluni í bæði HM og í Champions League. Gerard Houllier finst hvassliga at valinum av Cannavaro sum ársins leikara í Evropa og metir, at Henry skuldi vera longri frammi í røðini. Arsene Wenger sigur eisini, at atkvøðugreiðslan hjá France Football vísir, at fólk bert hugsaðu um HM-endaspælið, tá atkvøður vórðu lætnar. Heimsins besti spælari verður avdúkaður á FIFA-gallaveitslu í Zurich tann 18. desember.