10. partur
Tá ið vit giftust livdu foreldrini hjá Poul Andreasi, Birita og Jákup. Poul Andreas var einabarn, og tey fingu hann ikki, fyrr enn tey høvdu verið gift í eini 15 ár.
Men tey høvdu eisini eitt fosturbarn. Hetta var Edvard, sonur Jákup Andreas, beiggja Biritu. Jákup Andreas var giftur við Mortinu, sum var einkja úr Porkeri. Maður hennara, Sámal, var gingin burtur við “Norðstjørnuni “ í 1910. Hon kom til Gøtu og hevði trý børn við sær, tvær gentur og sonin Óla. Óli gekk burtur við “Immanuel” í 1932. Yngra gentan æt Maria, navnið á eldru gentuni var Sørina. Mortina og Jákup Andreas fingu fleiri børn og stutt var ímillum tey. Eftir góðum tveimum árum høvdu tey fingið 5 børn, harav tvær ferðir tvíburar.
Hetta gjørdist nóg so strævið hjá teimum. Edvard, sum var elst-ur, kom yvir á Dunga, og av hesum varð hann kallaður Edvard á Dunga alt lívið. Hann var hálvtriðja ár, tá ið hann kom, og hann búði á Dunganum, til hann giftist 14 dagar aftaná okkum við Matildu úr Norðragøtu. Hann kom tá aftur at búgva í Norðragøtu.
Vit giftust 20.12 1941 inn til Biritu og Jákup, og har blivu vit verandi, hóast umhugsað varð at byggja av nýggjum.
Jákup var sjúkur frá barnsbeini av. Hann hevði beinetari í arminum. Síðan bleiv hann so lamin av tí sama. Hann kundi tískil ikki arbeiða tungt arbeiði. Hann doyði 25.02.1949, 82 ára gamal.
Í 1949, tá eg var komin 5 mðr. við Michael, datt Birita um úthurðsgáttina, hon hevði sitið uttan fyri og ansa eftir Zakaris, meðan eg var uppi á rættini. Tá ið eg kom oman aftur fór eg at baka pannukakir og bað hana koma inn at fáa sær, og tá hendi hetta.
Hon bleiv einar tríggjar dagar eftir hetta innløgd á Klaksvíkar sjúkrahús. Tað vísti seg, at hon hevði brotið halabeinið. Meðan hon lá har, fekk hon eina heilabløðing og fekk síðani einki tosað. Eitt ár eftir innleggingina doyði hon 23.05.1950, 78 ára gomul..
Sloan og próstur í somu song
Tey á Dunganum vóru kend fyri at vera tollynt. Ein søga er um, at tey á Dunganum eina ferð høvdu vitjan í senn av próstinum á Nesi og gamla Sloan, og at teir fóru í somu song.
Tey plagdu at taka móti fremmandafólki, og her var eisini vanliga tilhaldsstaðið hjá próstinum, tá ið hann ferðaðist um í prestadøminum.
Men ein dagin kemur William G. Sloan og spyr, um hann kann fáa hús fyri náttina. Tey vistu einki um, at prósturin var á veg, so hetta var játtað. Annars vóru tey nógv, sum sýttu fyri at hýsa Sloan orsakað av teirri ranglæru, sum nógv hildu hann boða.
Men nú kemur próstur í somu ørindum. Havi hoyrt, at hetta var Jens Christian Evensen, sum hevði sæti á Nesi. Nú vistu tey einki, hvat tey skuldu gera, tí tað var bara ein song til at taka. Tann songin er forrestin til enn.
Poul og Anna Malena, foreldrini hjá Jákupi, fóru so at tosa um, hvat ið tey skuldu gera. Tey komu til, at um báðir kundu sova í songini, so var trupulleikin loystur. Teir báðir vórðu so spurdir, um teir vildu sova saman. Jú, svaraðu teir báðir við ein munn. Hvussu kundu teir vera saman í Himmiríki, um teir ikki kundu vera saman eina nátt. Soleiðis gjørdist tað eisini. Um kvøldið hildu teir enntá møti saman. Teir avtalaðu, at teir skuldu lata tað liggja, sum teir ikki vóru samdir um.
Seinasti sangur hjá Poul Anthon
Poul Andreas átti eitt systkinabarn, sum kallaðist Poul Anthon. Hann var sonur pápabeiggjan Petur Jakku, og hann var einasta barn hansara. Hann var 10 ár eldri enn Poul Andreas.
Poul Anthon var ein av teimum, sum fórst í 1924 við “Onnu”. Hann hevði havt tuberklar og hildið var, at hann var komin fyri seg aftur og var tí farin til skips við “Onnu”, har pápabeiggin, Absalon á Skála, var reiðari. Theodor Poulsen av Toftum var skipari.
Men Poul Anthon stakk upp aftur at bløða stutt eftir, at teir vóru komnir til Íslands, og skiparin avráddi at fara inn á Reykjavík við honum. Tað var á ferðini inn, at vanlukkan hendi við Grindavík, og allir 17 menninir umborð doyðu.
Hóast aldursmunin millum Poul Andreas og Poul Anthon, so vóru teir so sera væl og høvdu nógv saman.
Poul Anthon var ein ungur álvarsamur og trúgvandi drongur. Hann var ein av stuðlunum, tá ið missiónshúsið Bethania varð bygt.
Á tí seinasta møtinum, Poul Anthon var á, ynskti hann, at sungin varð hesin sangur, har fyrsta ørindi ljóðaði soleiðis:
Skulle vi vel alle mødes
Hist ved Jordanflodens Brus,
Med de frelste finde Bolig
Evigt i vor Faders Hus.
Niðurlagið var soljóðandi:
Mødes vi paa den anden Side
Floden,
Der, hvor Jordens Nød og Storme
Er til evig Tid forbi?
Hetta gjørdist skjótt veruleiki hjá Poul Anthon. Hesin sangur varð eisini sungin til jarðarferðina hjá Poul Andreasi í 2000, 76 ár seinni.
Poul Anthon var nógv saknaður, og tað eru eisini fleiri, sum blivu uppkallaði eftir honum. Ein av teimum var Antona hjá Perlinu og Poul Amaljari. Hann var systkinabarn Poul Anthon. Beiggi hansara, Mikal, kallaði eisini eina dóttir Poula eftir Poul Anthon.
Ein genta í Syðrugøtu, Edda í Ólastovu, misti eisini pápan við “Onnu”. Hann var Edvard Joensen av Toftum, sum giftist við Elsebeth Mariu úr Ólastovu í Syðrugøtu. Mamman doyði í barsilssong, tá ið Edda var fødd. Hon fór tá til Gøtu at vera hjá ommuni og abbanum, Siggu Malena og Sámali í Ólavstovu í Syðrugøtu.
Edvard giftist aftur, og onnur konan doyði eisini í barsilssong saman við barninum. Hann giftist triðju ferð, og tey fingu ein son. Men nú er tað, at Edvard doyr. Edda býr nú á Gøtubrá og fer at fylla 95 ár í summar.