Magnus Jørmundsson er helst kendasti dómarin í kongaríkinum í dag. Hann er endaður á Ekstra Blaðnum, eftir eina heldur pínifulla og margháttliga hending í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini hjá kvinnum millum KÍ og EB/Streym/Skála.
Bólturin endaði har, sum hann helst ikki skal enda hjá einum mannfólki. Hóast pínu, so fær Magnus Jørmundson millum lítla og onga samkenslu frá kvinnuligu spælarunum á vøllinum, um vit skulu meta eftir myndunum, sum Olivur Joensen, myndamaður á Norðlýsinum, hevur tikið.
Yvirskriftin til greinina á Ekstra Blaðnum er: Tað eru so nógv, sum kvinnur ikki skilja.
Sjálv greinin á danska Ekstra Blaðnum kann lesast við at trýsta HER.
Fleiri myndir frá umtalaðu støðuni og dystinum smillum KÍ og EB/STreymur/Skála kunnu síggjast á Norðlýsinum við at trýsta HER.
Magnus Jørmundson er umframt dómara, eisini formaður í ÍF.