Heppin grannasigur

Kyndil-Neistin 23-24 (13-10):

Tað eydnaðist Neistanum at vinna væntaða sigurin í lokaluppgerðini, men tað er einki at siga til, um kyndilsmenninir vóru vónbrotnir, tá tað ikki eydnaðist teimum at halda fast um sigurin

 

Hondbóltur


Nýggjar tíðir eru í føroyskum hondbólti, og ein avleiðing av hesum er tann sannroynd, at tað ikki longur kann roknast fyri ein sjálvfylgja, at leikarar støðast í sama felagið ár eftir ár.

Kanska eru bestu dømini um hetta júst tey bæði havnarfeløgini. Neistin hevur í øllum førum trivist væl við nýggju gongdini, og tað er neyvan at taka munnin ov fullan, um sagt verður, at gullmerkið fyri hálvum øðrum ári síðani ikki hevði komið til høldar uttan fólk aðra staðni frá.

Hjá Kyndli hevur gongdin fyri tað mesta verið júst hin øvugta, og undan hesum kappingarárinum hevur liðið sæð fleiri av stinnastu leikarunum sínum leita sær til onnur feløg at spæla hondbólt.

Soleiðis vóru ikki færri enn tríggir leikarar á neistaliðnum sunnudagin, sum áður hava roynt seg í Kyndli, og hetta var í øllum førum ein av orsøkunum til, at Neistin hesa ferð mátti roknast sum favorittur í lokaluppgerðini.


Kyndil var betri

Fyrstu longu løtuna av dystinum sást tó millum lítið og einki til, at tað eftir bókini skuldi vera Neistin, ið var hitt betra liðið.

Neistaliðið hevur kanska størri nøvnini av grannunum báðum, men tað er nú eina ferð soleiðis, at dystirnir skulu spælast, áðrenn stigini verða býtt, og hetta tóktust neistamenninir als ikki at hava sansað sunnudagin.

Her kundu teir lært nakað av mótstøðuliðnum, tí hvør tann einasti leikarin á kyndla-liðnum tóktist frá fyrstu løtu at vera sera uppsettir. Við ágrytnum verjuspæli syrgdu teir fyri, at Neistin ongan tíð fekk frið at koyra tungu kanónirnar í skotstøðu, og harafturat gav hetta eisini fleiri skjótálop, sum í allar flestu førunum góvu úrslit.

Trý mál vóru soleiðis á muni í hálvleikinum, men í veruleikanum var hetta buldrandi órættvíst, og í Neistanum munnu teir prísa sær lukkuliga fyri, at at Jacob Jónsson mest sum einsamallur megnaði at fylgja so dánt við Kyndli. Íslendingurin tók ferð eftir ferð ábyrgd í annars tannleysa álopinum, og sum skotini hjá honum sótu, kundi sjálvt ikki tann annars sera væl spælandi Lars Black gera nakað við tey.


Dýrur missur

Í seinna hálvleiki var eisini líkt til, at gongdin frá fyrra hálvleiki skuldi halda fram.

Kyndil helt á við sama ágrýtna spælinum, og eftir tá munurin var størstur, høvdu teir vunnið seg upp á 16-11, men tá raknaði Neistin brádliga við.

Heini Joensen, sum annars hevði verið ein skuggi av sær sjálvum, skoraði tvey mál á rað, og tað tóktist, sum um hetta var startskotið til liðfelagarnar. Brádliga gjørdist verjan meira livandi, álopsspælið gekk skjótari, og hjá Kyndli var nú greitt, at teir máttu stríðast av øllum alvi, um teir skuldu halda fast um leiðsluna.

Tað var tó ein dyggur smeitur hjá Kyndli, at teir júst um hetta mundi mistu Janus Einar Sørensen. Strikuspælarin, sum nú er liðskipari, var óheppin í einum falli, og tað skuldi vísa seg, at hesin missur gjørdist ov tungur fyri Kyndil.

Fyrstu ferð, at Neistin var á odda í dystinum, var tá Heini skeyt teir upp á 18-17, og hóast Kyndil enn eina ferð megnaði at svara aftur, os tóktist tað tá soleiðis, at Neistin hevði týdningarmiklu sálarligu yvirvágna. Tað var tó nær við at kosta teimum sera dýrt, at teir ikki í nóg stóran mun kundu gera sær dælt av yvirtali, tá Kyndil eina løtu hevði tveir mans úti.

Ístaðin kom Kyndil upp aftur á javnleik, 23-23, men í sínum seinasta álopi eydnaðist Neistanum at skora, og tá teir so eisini megnaðu at halda fast í verjupartinum seinastu sekundini, kom sigurin hóast alt til høldar.


Einstaklingaavrik

Talan var um næsta av tveimum møguligum sigrum hjá Neistanum, og sjálvandi er hetta nakða, sum eigur at geva gott móti í bláu leguni.

Tað skerst tó ikki burtur, at talan í báðum førum hevur verið um teprar sigrar, og tú finnur neyvan nakran áskoðara, sum heldur Neistin vera óhepnan við at hava fingið fýra stig higartil.

Tað tykist í løtuni soleiðis, at hóast liðið ikki er nóg væl samanspælt, so eru einstaklingarnir somikið sterkir, at hesir kunnu avgera dystin sjálvir. Sum nevnt, so var Jacob Jónsson orsøkin til, at Neistin ikki varð afturúrsiglt longu í fyrra hálvleiki, men eisini í seinna hálvleiki sýndu íslendingurin sítt virði. Millum annað skeyt hann fýra av teimum fimm seinastu málunum, og tað ber í øllum førum boð um ein leikara, sum ikki er bangin um at taka ábyrgd á seg.


Nógv at byggja á

Í Kyndli er einki at ivast í, at menn iðra seg um tapta dystin móti grannunum, men hinvegin er heldur einki at ivast í, at bæði venjari og leikara eiga at finna nógvar lutir í dystinum, sum eru verdir at hava í huga til komandi dystirnar.

Ikki minst verðru tað týdningarmikið, at liðið framhaldandi sýnir eins góðan vilja á vøllinum. Viljin kann bera liðið langt, tí hóast talan í stóran mun er um ungt fólk, so er talentið til staðar í ríkiligt mát. Høgni Klein er veruliga vaksin við uppgávuni hetta kappingaárið, og tað sama má eisini sigast um Lars Blak, sum higartil hevur loyst skadda Johan Danielsen av.

Verjuparturin er eisini hampuliga sterkur, og megnar liðið at halda fast um og menna hendan partin eisini, er als ikki óhugsandi, at liðið fer at spæla okkurt puss við nøkur av teimum liðum, sum hava ætlað sær ein leiklut í oddinum hetta árið.


Dysturin í tølum:

Kyndil-StÍF 23-24 (13-10):

Málskjúttar:

Kyndil: Jónleif Sólsker 8(3), Leif Mikkelsen 5, Janus Einar Sørensen 3, Ragnar Simonsen 2, Høgni Klein 2, Niels Viggo Niclasen 2, Gunnar Wardum 1

Neistin: Jacob Jónsson 10(1), Ári Rouch 3, Kári Mortensen 3, Hans Áki Dal-Christiansen 3, Finnur H. Petersen 1, Elmar Ósá

Brotskøst: Kyndil 3, Neistin 4

Útvísingar: Kyndil 10, Neistin 4

Dómarar úr StÍF: Pole Hansen og Jústines Justinussen.