Fimm børn millum fimm og tíggju ár doyðu, tá eldur kom í eini hús í Saint-Quentin har norðuri í Fraklandi í dag. Foreldrini hjá børnunum eru skild, og børnini vóru og vitjaðu pápan á páskum. Pápin leyp út ígjøgnum eitt vindeyga og slapp við minni brunasárum, sigur løgreglan.
Grannarnir royndu at sleppa inn eftir børnunum, sum tað var vónleyst, tí eldurin var so nógvur. Bjargingarliðið fekk heldur ikki gjørt nakað.
-Tað eydnaðist bjargingarliðnum at fáa úthutðina upp, men teir sluppu ikki upp á loftið. Vit fingu einki gjørt, sigur ein granni við franskar fjølmiðlar.
Sambært løgregluni vóru børnini deyð av roykeitran, áðrenn sløkkiliðið kom á staðið.