Nýggi venjarin hjá HB, Adolfo Sormani, hevur gjørt sítt annað keyp. Talan er ganesiska Emmanuel Agyeman Duah, sum kemur úr triðjbestu deildini í Søvírki.
Sagt verður úr HB, at talan er um spælara, ið hevur alt tað, sum Adolfo Sormani vil hava. Hann hevur í samrøðu við Televarpið víst á, at hann vil hava spælarar við røttu persónligheitini og nógvum metrum í beinunum. Ganesiski vongurin kemur úr AFC Eskilstuna.
Emmanuel Agyeman Duah er 21 ára gamal og spælir á vinstra vonginum. Undan honum hevur Adolfo Sormani keypt Mohamed Samba frá B68.