Her er einki løgið farið fram

Tað er ikki B36, sum hevur skyldina av, at so nógv fólk ikki fáa atgongumerki til landsdystin ímóti Grikkalandi

- Tað er einki løgið í tí, sum er farið fram!

Tað staðfestur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, FSF.

Leygardagin 13. juni, spæla Føroyar Landsdyst ímóti Grikkalandi, og mánadagin varð greitt, at atgongumerkini til dystin eru uppi.

Tað hevur elvt til misnøgd nógvastaðni, og nøkur, sum verður løgd undir at vera orsøkin til, at ongi atgongumerki eru at fáa, er leiðslan í fótbóltsfelagnum, B36.

Søgurnar siga, at B36 hevur hamstrað atgongumerki í stórum stíli fyr 150 krónur stykkið, men tey verða seld aftur fyri nakað, sum líkist okursprísi, nevniliga fyri 250 krónur.

Men Virgar Hvidbro heldur ikki, at nakað er at finnast at. Og hann staðfestir, at tað er ikki hetta, sum er orsøkin til, at atgongumerkini eru uppi. 

Hann vísir á, at B36 hevur keypt 90 atgongumerki til landsdystin, sum teir selja aftur í samband við eitt tiltak, tey keypa fyri.

Sama dag, landsdysturin er, skipar B36 fyri eini fótbóltskapping fyri fyritøkur, og aftaná skipar tey fyri einum tiltaki, har tey bjóða fólki at hita upp til landsdystin við einum døgverða, onkrum at drekka og einum atgongumerki til landsdystin, alt samalt  fyri 250 krónur.

Virgar Hvidbro dugir ikki at síggja nakað galið í hesum, tí talan er ikki um óskipaða sølu á einum svørtum marknaði, men um eitt tiltak, har eitt agongumerki til landsdystin er ein partur av pakkanum.

Hann vísir eisini á, at fjepparafelagið, Skansin, keypti 300 atgongumerki við tí endamáli, at tey øll kundu sita saman.

Virgar Hvidbro sigur, at hetta er ikki annað enn tað, sum er heilt vanligt, har ferðaskrivstovur, og felagsskapir, keypa eitt ávíst tal av atgongumerkjum til ein enskan fótbóltsdyst, ella eina konsert, fyri síðani at skipa fyri eini ferð, har flogferð, gisting og atgongumerki eru við í prísinum.

- Tað er ikki hetta, sum er orsøkin til, at atgongumerkini til grikkalands-dystin eru upp, sigur aðalskrivarin í FSF.

Hann sigur, at áhugin hevur verið stórur fyri dystinum, men tað var eisini væntandi í kjalarvørrinum á, at vit vunnu 1-0 á teimum seinast.

- Tað er bara at vóna, at tey, sum harmast um, at tey ikki fingu atgongumerki hesa ferð, bera seg skjótari av eina aðru ferð, sigur Virgar Hvidbro.

Hann sigur, at pláss er fyri 4800 áskoðarum á Tórsvølli. Áður var pláss fyri 6000 áskoðarum, men síðani er suðursíðan tikin niður og tí er pláss fyri 1200 áskoðarum færri nú, leggur hann afturat.