Her er fylgiskjalið til samgonguskjalið

Mál at fremja

Fylgiskjal til samgonguskjalið millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn

14. september 2015

Mál at fremja 

Fylgiskjal til samgonguskjalið millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn

14. september 2015

Langtíðarhaldførur búskapur og fíggjarpolitikkur

Ein ábyrgdarfullur og konjukturjavnandi politikkur skal - við hjálp frá m.a. Landsbankanum, Búskapargrunninum, Arbeiðsloysisskipanini, Samhaldsfasta og nýggjari pensjónsskipan - javna sveiggini í búskapinum. Langtíðarætlan skal gerast fyri bæði rakstur og íløgur landsins.

Landsbanki Føroya verður endurskipaður við væl lýstum uppgávum.

Komandi inntøkuvøkstur landsins verður fyri ein part settur í Búskapargrunnin, tá ið hallið er vent til avlop. Sett verða í grunnin 20 prosent av árliga avlopinum upp til 200 milliónir krónur og 50 prosent av tí, sum er omanfyri 200 milliónir krónur.

Ríkisveitingin verður fyrst fastfryst og seinni minkað.

Ein nýmennandi vinnupolitikkur

Samfelagið skal skipast eftir føroyskum fortreytum heldur enn, at vit í blindum kopiera útlendskar loysnir, eitt nú innan stýring og skipan av tí almenna.

Føroyskar loysnir og føroyskir førleikar verða nýtt í útbygging og menning av samfelagnum og hugsað inn í alt lógar- og reglusmíð. Álit skal havast fram um eftirlit.

Vinnur skulu hava javnbjóðis kappingartreytir – bæði innanhýsis og mótvegis umheiminum. Vinnan skal virka undir skipaðum kørmum, og meira av virðisøking skal fáast burturúr tilfeinginum.

Orðaður verður ein útflutningspolitikkur, sum m.a. eyðmerkir trupulleikar, sum vinnan hevur í kappingini við útlendska vinnu  – eitt nú í mun til fígging, flutning, atgongd til arbeiðsmegi o.a. Eisini skal politikkurin vísa á, hvørji lond ella heimspartar vit skulu leggja høvuðsdentin á. 

Íverksetan. Kreativar og nýggjar vinnur

Tað skal vera lættari og smidligari at stovna egið virki. Vinnuframaskipanir skulu styrkjast og karmarnir professionaliserast, og vit skulu bøta um atgongd til váðafúsan kapital.

Almennu Føroyar eiga at leggja seg eftir at brúka tær loysnir, sum føroyskir íverksetarar menna. Miðast skal eftir at seta á stovn eitt altjóða útbúgvingartilboð innan kreativar vinnur.

Ein framtíðar filmsvinna skal raðfestast við filmsgrunni og filmshúsi, eins og aðrar kreativar vinnur sum sniðgeving, ullavirking, telduspøl, tónleikur o.a.

Føroyar skulu mennast og marknaðarførast sum maritimur tænastudepil og shippingland. Góða gongdin í føroysku frálandsvinnuni og –tænastunum skal stimbrast, og vit skulu arbeiða miðvíst fyri at økja um altjóða áhugan fyri oljuleiting undir Føroyar.  

Vinnugransking skal uppraðfestast, og vinnan skal eggjast til at vera við til at gjalda eftir ´krónu fyri krónu´-leistinum. Ein sameining millum Fróðskaparsetrið, granskingarumhvørvið og vinnuna skal mennast.

Alivinnan

Alivinnan skal virka undir skipaðum viðurskiftum, so hon trygt kann gera íløgur í framtíðina. Gransking og útbúgving innan aling skulu styrkjast.

Av­ger­andi er at tryggja alivinnuna gjøgnum krøv um lívfrøðiliga burðardygd og váða­spjaðing. Møguleikarnir at ala nýggj fiska- og djórasløg, tara o.a. skulu útgreinast. Rakstrarkunngerðin fyri alivinnuna skal endurskoðast fyri at styrkja fyribyrging av sjúku, eitt nú laksalús.

Tryggjast skal, at ræðisrætturin á alifirðunum er á føroyskum hondum, og atlit skal takast til útjaðaran. Alivinnan skal rinda eitt tøkugjald fyri leigu av firðunum.

Ferðavinnan

Ferðavinnan skal miðvíst mennast, so vit fáa fleiri ferðafólk til landið. Hetta skal millum annað gerast við at fylgja strategiini fyri at marknaðarføra Føroyar og við átøkum, sum stimbra ferðavinnu kring alt landið.

Tænastuvinnan, móttøkuskipanin, mentanin, mat­stovu­vinn­an og føroyski køkurin skulu mennast sum partar av ferðavinnuni. Burðardygd og náttúruvernd eru sjálvsagdir partar av hesum arbeiði.

Landbúnaður og matvøruframleiðsla

Greið mál skulu setast fyri landbúnaðin. Dentur skal leggjast á vaksandi framleiðslu av føroyskum vørum -  mjólkarúrdráttum, rávørum til mat­stovuvinnu, ull og skinn til klædnavinnu, ferða­vinnuupplivingar osfr.

Landbúnaðarlóggavan skal nútímansgerast. Brúksskylda skal vera á almennari jørð fyri at bøta um møguleikarnar at framleiða meira. Fíggingarmøguleikar til landbúnaðin skulu tryggjast, og bøtast skal um møguleikarnar at menna fakligar førleikar og útbúgvingar.

Strategi fyri KT-vinnuna

Vit skulu menna føroyskar KT loysnir og KT-vinnu, sum eru við til at effektivisera almenna raksturin og skapa grundarlag undir vaksandi útflutningi. Tilgongdin at talgilda Føroyar skal setast í verk. Vit skulu styrkja útbúgvingarmøguleikar innan KT.

Saman við fakfólki skal gerast ein greið ætlan fyri, hvussu KT-tænasturnar og persónsupplýsingarnar, sum farnar eru av landinum, kunnu flytast heimaftur við fyrimuni. Hetta skal menna førleikar, skapa arbeiðspláss og økja um inntøkurnar, samstundis sum tað mennir KT-trygdina og tryggjar grundleggjandi samfelagslig áhugamál.

Reint og ríkt umhvørvi

Samgongan vil fylgja politiskari semju og altjóða tilmælum um veðurlagsbroytingar.

Fyrisitingin av umhvørvismálum, náttúruvernd og kemikaliuøkinum skal skipast betri, og tilbúgvingin at fyribyrgja dálking á landi og sjógvi skal styrkjast. Føroysk náttúruverndarlóg verður smíðað. Neyv atlit og krøv skulu setast til náttúruvernd í sambandi við útbyggingar.

Eitt dygt og trygt heilsuverk

Játtanin til heilsuverkið verður dagførd, og sonevndar átakspuljur ásettar. Arbeitt verður miðvíst fyri at lækka útreiðslurnar til heilivág. Dentur verður lagdur á átøk at útvega og fáa heilsustarvsfólk at støðast.

Orka og peningur skulu brúkast skynsamt á teimum trimum sjúkrahúsunum. Fakligheitin skal hoyrast, og sjúklingurin skal vera í miðdeplinum. Atlit verða tikin til, at landfast ikki er millum allar oyggjarnar.

”Visjón og menningarætlan fyri sjúkrahúsverk Føroya” verður gjørd beinanvegin, og arbeiðssetningurin verður víðkaður til alt heilsuverkið. Sjúkrahús, kommunulæknaskipan og heilsutænastur verða samansjóðað í eitt samvirkandi heilsuverk.

Miðvís fyribyrging, reglulig fólkaheilsuátøk og skjót endurmenning og -venjing verða høgt raðfest.

Vit skulu styrkja psykiatriska økið, herundir barna- og ungdómspsykiatriina og økispsykiatriina. Møguleikin at koma seg aftur eftir sálarsjúku verður styrktur, eitt nú við arbeiði ella útbúgving.  

Heilsuvísindalig gransking og førleikamenning í sjúkrahúsverkinum verður ment eins og gransking í fólkaheilsu og ílegum. FarGen verkætlanin verður framd eftir ætlan.

Dagstovnar og fólkaskúli

Miðvís og skipað førleikamenning og eftirútbúgving av leiðslum, lærarum og námsfrøðingum verða settar í verk, og einstøku stovnarnir fáa størri sjálvræði.

Samgongan tekur trupulleikar við trivnaði og happing á dagstovnum, í fólkaskúla og á miðnámi í størsta álvara og setir tiltøk í verk á hesum øki.

Samgongan vil menna dagstovnaøkið og geva tí uppiborna rúmd og tign við tí endamáli, at meira tíð verður til námsfrøðiligt virksemi, at skapa trivnað og málsliga menning. Námsfrøðilig gransking verður styrkt, og eftirmetingar í skúlaverkinum verða endurskoðaðar. Dagstovnaráðið skal fáast at virka.

Fólkaskúlin skal geva øllum børnum hóskandi avbjóðingar. Skúlarnir kring landið verða skipaðir í hóskiligar samstarvseindir. Leysgivnir tímar skulu nýtast á skúlaøkinum, og serútbúgvin starvsfólk skulu hava betri sømdir at brúka sínar førleikar.

Sernámsøkið skal knýtast enn tættari at gerandisdegnum hjá næminginum, og meginreglan er, at faklærd fólk røkja økið.

Samgongan vil styrkja framleiðslu av fjølbroyttum og tíðarhóskandi frálærutilfari á føroyskum til allar aldursbólkar. Føroyskt mál innan samskiftistøknina skal vera partur av hesum arbeiði.

Í samráði við fakfólkið á skúlaøkinum eigur fólkaskúlin at verða endurskoðaður bygnaðarliga, viðvíkjandi lærugreinasamanseting og skipan av skúlaári. Førleikarnir at skilja og luttaka í fólkaræðinum eiga at verða styrktir frá barnsbeini.

Samgongan vil menna lestrarvegleiðing og stovna skipan, ið skal byggja brúgv millum fólkaskúlan og miðnám kring alt landið.

Miðnámsútbúgvingar

Øll ung skulu hava atgongd til miðnámsútbúgving. Betri samband skal vera millum bókligar og praktiskar førleikar. Átøk, sum minka um fráfallið, skulu raðfestast.

Nýskipaða miðnámsøkið og yrksisskeiðið, sum vórðu sett í verk í 2013, verða eftirmett.

Tað skal bera til hjá næmingum at sameina lestur á ítrótta- og musikkskúlamiðnámi við annan miðnámslestur. Arbeiðið við at seta á stovn serbreytir og serflokkar heldur fram.

Eftirskúli og háskúlar

Tað hevur skund at seta á stovn eftirskúla og útbýggja háskúlar. Karmar skulu skapast, so hesir kunnu virka í ymiskum samstørvum.

Útbúgving og gransking

Útbúgvingarpolitikkurin byggir á hugsjónina um lívslanga læru, og farið verður í holt við at fyrireika at seta á stovn vaksnamannaútbúgving. Neyðugir tættir í eini tílíkari skipan eru lívslong vegleiðing og førleikameting eins og ymisk sløg av førleikamenning og eftirútbúgving.

Samgongan vil menna Fróðskaparsetrið - bæði verandi útbúgvingar og nýggjar. Íløgur verða gjørdar í lestrarbý. Nýstovnaðu BA-útbúgvingarnar verða eftirmettar.

Útboðið av kreativum og handaligum útbúgvingum verður økt, herundir yrkisútbúgvingar, meistaraútbúgvingar, fjarlestur og eftirútbúgvingar. Ætlan verður løgd fyri lærlingaøkið. Nýútbúgvin skulu hava rætt til arbeiðsloysistuðul.

Samferðsla og økismenning

Eitt væl útbygt og vælvirkandi samferðslukervi er ein fortreyt fyri menning og trivnaði. Tað skal bera til at búgva á einum staði og arbeiða aðrastaðni í landinum, eins og tað skal bera til at búgva í Føroyum og arbeiða uttanlands.

Arbeiðast skal fram ímóti at javnseta ferða- og flutningskostnaðin kring landið. Tænastan fyri fólk og farm hjá Strandfaraskipum Landsins skal bøtast.

Arbeitt verður eftir verandi íløguætlan, og hildið verður fast um semjuna um Eysturoyar- og Sandoyartunnilin.

Samgongan tekur undir við og vil stuðla vinnuligum átøkum í nærumhvørvinum, eitt nú vakstrarætlanum og íverksetanarátøkum kring landið.

Livandi útoyggjar og smápláss

Samgongan ynskir at føra ein virknan politikk fyri at varðveita og stimbra lív og virksemi á smáplássum og útoyggjum.

Verandi orkuveiting á útoyggj verður dagførd, og hon skal í størst møguligan mun brúka grønari orku. Oyggjarnar verða royndarøki fyri grøna orku.

Tryggjast skal, at tey, sum búgva á smáplássum og útoyggj, hava atgongd til at nýta jørð og lunnindi.

Arbeiðast skal fyri at skipa spennandi arbeiðspláss í útjaðara og á útoygg, og stuðlað verður undir granskingartiltøk, søvn, íverksetan o.a. á smáplássum.

Fólkavøkstur. Burðardyggari aldurs- og kynssamanseting

Heildarætlanin “Fólkaflyting og fólkavøkstur” verður tikin í álvara, og tilmælt átøk verða sett í verk. Útbúgvingarøkið verður ment – bæði við handaligum og bókligum útbúgvingum og við lívslangari læring. Granskingarøkið verður uppraðfest.

Fíggjarligu korini hjá lesandi skulu líðandi gerast kappingarfør við tey uttanlands, og bíligir leigubústaðir til ung og barnafamiljur verða bygdir.

Barsilsfarloyvið skal bøtast – tað skal millum annað leingjast til eitt ár og gerast meira smidligt, so tað hóskar betri til tørvin hjá teirri einstøku familjuni. Barnafamiljur skulu hava fíggjarligan lætta, og arbeiðast skal fyri at lækka kostnaðarstøðið á gerandisvørum.

Javnstøðupolitikkur skal hava hægri raðfesting. Ein miðvísur integratiónspolitikkur skal setast í verk.

Skattanýskipan

Í seinasta lagi 1. januar 2017 skal ein arbeiðsbólkur hava endurskoðað skatta- og avgjaldsskipanina, so hon verður rættvísari og meira gjøgnumskygd. Skatturin skal vera stigvaksandi bæði fyri løn og pensjón, og lág- og miðallønt skulu hava ein lætta. Skattaskipanin skal sum heild stuðla fólki og fyritøkum at virka í Føroyum heldur enn uttanlands.

Sosialur ójavni

Samgongan ætlar sær ikki at góðtaka, at sosiali ójavnin økist, ella at fólk liva undir fátækramarkinum. Serstakt barnaískoyti verður tí latið barnafamiljum, sum eru serliga illa fyri. Eisini verða skipanir og veitingar, sum halda fólki í fátækraváða, endurskoðaðar.

Nýmenning innan almannaøkið

Samgongan vil virka fyri, at vælferðarskipanin verður lagað betri til føroysk viðurskifti, so borgarin fær bestu tænastuna. Nýmenning innan tað almenna verður framd. Lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk verður endurskoðað, og “Heildarætlan um kynsligan ágang” verður sett í verk.

Ein samhaldsfastur og tryggur arbeiðsmarknaður

Vit skulu hava ein virknan og smidligan arbeiðsmarknaðarpolitikk, har frælsar samráðingar tryggja rættindi løntakaranna. Trípartasamstarv skal á ávísum økjum styrkja arbeiðsmarknaðin, lóg um starvsmenn verður endurskoðað, og miðast skal ímóti at seta varskógvaraskipan fyri almenn starvsfólk í verk. Harumframt verður arbeiðsumhvørvið uppraðfest.

Í samráð við kommunur og fakfeløg verða arbeiðstíðir og normeringar í almenna sektorinum endurskoðaðar - eitt nú soleiðis, at tey, sum vilja upp í tíð, kunnu sleppa tað.

Øll hava rætt til bústað

‘Bústaðir’ er fremsta bústaðarpolitiska amboðið, sum skal lyfta uppgávuna at fjøltátta bústaðarmarknaðin. Í samráð við kommunur og felagsskapir skal almenna bústaðarfelagið fíggja og reka leigu- og lutaíbúðir til ymsan tørv, herundir til Fróðskaparsetrið og aðrar útbúgvingarstovnar. Byggjast skal, har fólk vilja búgva, og kostnaðurin skal haldast á einum støði, sum láglønt megna at rinda.

Javnstøða

Samgongan vil styrkja javnstøðupolitikkin, herundir javnstøðulógina. Gransking og hagtøl um arbeiðsmarknað og løn verða raðfest, eins og bæði kyn skulu eggjast til at nema sær útbúgving. Lóg um sonevnda “stalking” verður løgd fyri tingið, og ásetingarnar í revsilógini um neyðtøku verða dagførdar.

Børn hava rætt til bæði foreldrini, og samgongan vil virka fyri at styrkja hesi rættindi.

Virknari uttanríkispolitikkur

Føroyar skulu reka egnan málvísan uttanríkispolitikk og sita við borðið, tá viðkomandi avgerðir verða tiknar fyri land og fólk okkara. Tí verða uttanríkistænastan og sendistovuvirksemið ment.

Vit fara at stremba eftir sjálvstøðugum limaskapi í norðurlendskum, evropiskum og alheims stovnum, herundir Norðurlandaráðnum, EFTA, WTO og IOC, og í størri mun at gagnnýta møguleikar í arktiska samstarvinum.

Vit fara at endurskoða uttanríkispolitisku heimildarlógina, taka burtur avmarkingar og forðingar og endurskoða okkara handilssáttmálar. Málið er at fáa fríhandilshandilsavtalu við ES og betri handilssamband við onnur lond.

Mentan og miðlar

Samgongan vil stuðla frælsari list, dygdarlist, listaspírum og frælsu pressuni, sum átaka sær at bjóða veruleikanum og valdinum av.

Søvn Landsins verða endurskoðað og søvnini kring landið uppraðfest. Bóka- og tilfarssøvn verða styrkt.

Føroyska málið verður stimbrað, og málpolitisk tilmæli verða sett í verk. Framleiðsla av tilfari til børn á føroyskum verður raðfest. Vit skulu hava ein greiðan politikk viðvíkjandi fremmandamálum, og teknmál skal viðurkennast sum móðurmál hjá deyvum og hoyriveikum.

Miðlarnir skulu hava góðar sømdir, og kringvarpsgjaldið skal endurskoðast.

Samgongan vil uppraðfesta játtanina til mentanar‐ og listastuðul umframt at umskipa stuðulin og fyrisitingina av honum. Tá tað almenna byggir, verður ávísur brotpartur av íløguni markaður til listprýðing. Filmsgrunnurin skal halda fram, eins og filmspolitisk átøk skulu setast í verk.

Musikkskúlatilboðið skal styrkjast, og arbeiðast skal við at stovna listaskúla fyri ung. Samgongan vil seta ferð á arbeiðið við tjóðleikhúsi.

Ítrótt. Framá Føroyar

Breiddarítróttin skal mennast og úrvalsítróttin stuðlast. Íløgur skulu gerast í framkomin ítróttaanlegg kring landið. Ítróttamiðnám, ítróttaháskúli og hægri útbúgving og gransking innan ítrótt skulu mennast. Arbeiðast skal við at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya.

Børn, ung og vaksin við serligum avbjóðingum

Samgongan vil arbeiða fyri tí inkluderandi samfelagnum. Altjóða sáttmálar - eitt nú mannarættindasáttmálin, barnarættindasáttmálin og ST-sáttmálin um rættindi hjá teimum, sum bera brek - eiga at verða virdir og fylgdir.

Arbeiðast skal fyri einari samskipaðari tænastu, har støðið verður tikið í tørvinum hjá tí einstaka. Heildarætlan skal leggjast fyri best møguliga menning av barninum, og tryggjast skal, at bíðilistar til greining eru so stuttir, sum tilber.

Øll børn og ung skulu hava atgongd til barnagarðs-, fólkaskúla- og miðnámsskúlatilboð, ið er lagað til tørvin hjá tí einstaka. Skúlin á Trøðni skal styrkjast. Málið er, at fleiri tímar skulu setast av til serligan tørv í fólkaskúlanum, eins og hildið verður fram við at skipa miðnámsútbúgvingar til ung við serligum avbjóðingum. 

Neyðugt er at fylgja við í, hvussu broytingarnar í barnaverndarlógini virka, umframt at styrkja fyribyrgjandi og stuðlandi arbeiðið fyri, at so fá børn og ung sum tilber koma í trupulleikar.

Rætturin til neyðugan stuðul skal lógartryggjast - eitt nú í skúla og frítíðarhøpi. Skipanin við persónligum stuðlum skal endurskoðast.

Fleiri vard og tillagað størv skulu eins og fleiri vardir verkstaðir gerast til veruleika kring landið.

Farast skal undir at byggja fleiri vardar bústaðir umframt virknis- og umlættingardeplar, har tørvurin er størstur. Farið verður somuleiðis undir at byggja tíðarhóskandi bústovnar.