Her er fyrsta tilgongdin hjá HB

Fleiri eru farnir úr HB, men nú er ein komin inn. Talan er um gamlan kenning

HB hevur í dag gjørt sáttmála við Bjarta Vitalis Mørk, sum kemur aftur til HB, eftir eitt ár á Argjum við AB. Bjarta Vitalis Mørk verður helst varamaður hjá Teiti M. Gestssyni, sum hevur verið fyrstaval í millum stengurnar síðani 2011.

Jógvan Rói Davidsen hevur boðað frá, at hann gevst við fótbólti á hægsta stigi, meðan spælarar sum Mathias Nygaard og Øssur Dalbúð hava boðað frá, at teir ikki verða ein partur av hópinum til komandi ár.

Tað er ivamál um spælarar sum René Sahki Joensen, ið hevur sáttmála fyri komandi kappingar, Tróndur Jensen, ið hevur fingið tilboð fyri komandi kappingarár, og Mikkel Frankoch, hvørs sáttmáli gongur út nú.

HB hevur verið sett í samband við Michal Przybylski, sum hevur spælt við B36 í ár, men hevur ikki sáttmála fyri komandi kappingarár.