Her er fyrsti brellbitin frá nýggja Klovn-filminum

Hetta eru Casper og Frank, sum vit kenna teir. Filmurin verður frumsýndur um smáar tveir mánaðir

Tað eru fleiri, ið hava bíðað leingi eftir triðja og síðsta Klovn-filminum. Í dag er fyrsti brellbitin frá nýggja danska filminum tøkur á netinum.

Her síggja vit Casper og Frank á flogvøllinum í Kastrup, og teir eru klárir til ein ordans harratúr. Í køini á flogvøllinum roynir Casper at sjarmera seg inn á tvær ungar kvinnur við einum triksi. Tað gongur væl, men minni væl gongur tað, tá Frank roynir tað sama við eina eitt sindur eldri kvinnu. 

<iframe src="https://www.facebook.com/plugins/video.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2Fklovn.tv2%2Fvideos%2F2500546353567680%2F&amp;show_text=0&amp;width=476" width="476" height="476" style="border:none;overflow:hidden" scrolling="no" frameborder="0" allowtransparency="true" allowfullscreen="true"></iframe>

Nýggi filmurin hevur fingið heitið Klovn - The final, og hann hevur eftir ætlan frumsýning 30. januar.

Tað eru skjótt 10 ár síðan, at fyrsti Klovn filmurin kom út, nevniliga Klovn - The Movie frá 2010. Fimm ár seinni, í 2015, kom seinni filmurin, Klovn - Forever. Fyrstu tveir filmarnir seldu fyri fleiri enn 1,3 milliónir í biografatgongumerkjum.

Meðan teir báðir fyrru filmarnir snúgva seg um ávíkavíst faðirskap og vinarlag, so kemur Klovn - The final sum skilst at snúgva seg um kærleika.