Í 2005 byrjaði samanlagda Sunda kommuna, og síðani tá hevur kommunan gjøgnum árini havt veksandi fólkatal og gjørt týðandi íløgur í framburð og menning í økinum.
- Síðan Eysturoyartunnilin læt upp, hevur landafrøðiliga staðsetingin broytt ferðslumynstrið í økinum munandi, men í Sundalagnum er gott at vitja, virka og vera.
Soleiðis siga tey í Sunda kommunu í dag, stívliga 21 ár eftir samanlegging.
- Við seinastu fólkateljing í mars 2026 var fólkatalið í kommununi 1.804 borgarar. Tað er hægsta fólkatalið í kommununi síðan í juni 2024.
Víst verður á, at inntøkurnar frá persónsskatti higartil í ár eru hægri enn somu tíð undanfarna ár.
- Í desember 2025 samtykti býráðið at lækka prísin á grundstykkjum, og samanborið við eitt selt grundstykki tilsamans í 2025, so eru higartil í ár 17 grundstykkir seld og umbiðin í Sunda kommunu.
Frítíðar-og ítróttartilboðini eru fjølbroytt og góð - frítíðarkortið er sett í verk, almenna svimjingin er frí, fjølbroyttari bústaðarbygging er í gongd, og á dagstovna-og skúlaøkinum gongur væl.
Sagt verður, at framtíðartrygging av virkseminum í Hvalvíkar skúla, frítíðarskúlavirkseminum við Margáir og á Oyrarbakka eru í gongd.
- Gamli bygningurin hjá Netamontering, sum stendur í Náttúrulundini við Streymin, verður liðugt umvældur seinni í ár, og tá stendur ein bygningur tøkur, sum letur upp fyri heilt nýggjum grannskingarmøguleikum á lívsfrøðisliga økinum fyri allar Føroyar, bæði innan skúla og áhugaøkið.
Í Sunda kommunu hava inntøkurnar frá partafelagsskatti staðið í vøkstri seinastu árini, og um alt gongur sum ætlað við komandi fongslinum, útbygging í Hósvík hjá Firum og øðrum týðandi íløgum hjá privatu vinnuni í økinum, so fer talið av arbeiðsplássum at veksa við eini 60-70 arbeiðsplássum innan árslok 2030.
- Kommunan fær áhaldandi áheitanir og umbønir um fleiri vinnuøkir, og arbeitt verður miðvíst við at útvega fleiri vinnuøkir í tráð við ynskini frá vinnuni.
##med2##
Sunda kommuna setir trivnaðin hjá lokala borgaranum fremst. Tí er tað av alstórum týdningi, at kommunan – saman við lokalu borgarunum, ferðavinnuni og landsmynduleikunum – fer undir eina tilgongd at fáa skipaða og avmarkaða atgongd til smáu bygdirnar og perlurnar í kommununi.
- Ætlanin er at savna ferðsluna frá ferðavinnuni í miðstaðinum fyri síðan at skipa ferðslu og tilboð út til smáu bygdirnar - við atliti til lokalu borgararnar. Ein skipað ferðavinna fer at leggja lunnar undir fleiri arbeiðspláss, trivnaði og inntøkumøguleikar á smáu plássunum.
At enda verður lagt aftrat:
- Kommunan er stór í vavi, dagligu uppgávurnar og tænasturnar eru nógvar at røkja, og meiningarnar eru 1.804 í tali, men í Sundalagnum er sum heild gott at vitja, virka og vera, siga tey í Sunda kommunu í dag.











