SEV hevur aðalfund í morgin

Elfelagið SEV hevur aðalfund í morgin á Hotel Føroyum. Eftir aðalfundin verður kunning um vindmyllurnar í Húsahaga

Skráin fyri aðalfundin sær soleiðis út:

1. Val av fundarstjóra sambært § 3, stk. 4 í viðtøkunum

2. Frágreiðing frá nevndini um felagsins virksemi í undanfarna roknskaparári

3. Grannskoðaður rakstrarroknskapur og fíggjarjavni til góðkenningar

4. Val av grannskoðara, jbr. § 8, stk. 2 í viðtøkum felagsins

Eftir formliga fundin hevur Heri Mortensen, deildarstjóri hjá Sev eina ávegis kunning um vindmyllurnar í Húsahaga.