Her er nýggi skúlastjórin í Vestmanna

Hon hevur drúgvar royndir sum lærari

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett Alis Jónu Højsted í starvið sum skúlastjóra í Vestmanna. Alis er 56 ára gomul og tók læraraprógv í 2005. Seinni hevur hon tikið prógv sum orðblindalærari og sum serlærari.

 

Alis hevur drúgvar undirvísingarligar royndir sum lærari, serlærari, og orðblindalærari, sigur Mentamálaráðið. Hon hevur leiðsluroyndir bæði í skúlahøpi og hjá tí privata. Hesi síðstu tvey skúlaárini hevur Alis verið einalærari í Oyndarfirði, umframt at hon hevur verið á leiðsluskeiði.

 

Alis tekur við starvinum sum skúlastjóri í Vestmanna tann 20. september 2021, sigur Mentamálaráðið.