Her er nýggi stjórin

Íverksetarahúsið hevur fingið nýggjan stjóra

Íverksetarahúsið hevur nú fingið nýggjan stjóra eftir Rana Nolsøe, sum fór frá herfyri.

 

Nýggi stjórin er Bjartur Nolsøe og Hann tekur við starvinum 1. desember, upplýsir Regin W. Dalsgaard, formaður í Íverksetarahúsinum

 

Bjartur Nolsøe er úr Vági, hann er 46 ára gamal og hevur drúgvar leiðsluroyndir úr vinnulívinum í Grønlandi. Hann er bankalærdur og hevur HD í roknskapi, umframt aðrar hægri útbúgvingar. Hann hevur verið vinnukundaráðgevari í Føroyum í nógv ár og somuleiðis hevur hann verið økisstjóri hjá BankNordik í Grønlandi.

 

- Vit eru sera fegin um, at Bjartur tekur við sum stjóri í Íverksetarahúsinum. Hann hevur nógvar royndir, sum vit meta, kunnu gagna føroyskum íverksetarum, sigur Regin W. Dalsgaard.