Røðan, sum Karin Kjølbro helt á Vaglinum í Havn leygardagin:
Gott Føroya fólk.
Skjótasti vegur millum tvey menniskju er eitt smíl. Men leiðin kann vera drúgv og illgongd. At byggja brúgv millum einstaklingar og bólkar í sama lítla landi við ymiskum sjónarmiðum, kann vera trupult. Tað krevur hepna hond og endurnýgging av amboðum. Nøkur vanlig fólk nakrar grasrøtur hava valt at gera tað við at fagna margfeldinum og tí fjølbroytta, og geva okkum eina hugfarsliga løtu saman her í dag. Takk fái tey og vælkomin øll.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Eg eri ósamdur í øllum, tú sigur, men eg vil til mín deyð verja tín rætt til at siga tað. Hesi kendu orð eigur Voltaire, ið livdi í 1700-talinum, og sum stríddist ímóti tvørrandi tolsemi í landi sínum Fraklandi.
Seinastu árini eru vit vorðin óloysiliga bundin at altjóðasamfelagnum. Virðing fyri sjónarmiðunum hjá øðrum og øðrvísi hugsandi er lyklaorðið fyri at sleppa uppí.
Tað er eisini mikil vinningur, um vit læra okkum at mýkja og brýna okkum, læra at hugsa og orða okkum. Tað kann vera lívsneyðugt, áðrenn vit gáa um tað. Og ikki ber til at tiga við afturvirkandi megi.
Hetta hevur skund, tí broytingar henda við rúkandi ferða altjóðapallinum, og í mongum førum eisini her hjá okkum. Tað tykist, sum tað var í gjár, at dámligi italiumaðurin Gianfrango, ið gjørdi italsk-føroysku orðabókina, varð útvístur úr Føroyum. Og longu nú sóknast løgmaður júst eftir fólki sum honum, tá hann í røðu til landsins leiðarar í farnu viku segði: <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Skulu vit røkka málinum, hava vit brúk fyri øllum fólkum. Kvinnum og monnum, hvítum og svørtum, samkyndum og hinkyndum, ungum og gomlum.
Virðing fyri sjónarmiðum annara er ikki bert alneyðug globalt. Tað er eins týdningarmikið og avgerandi lokalt millum flokkar, og í flokkum, í felagsskapum og millum menniskju.
Oyggjabúgvar eru tiltiknir fyri at vera individualistar.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Teigurin í stólinum er yndisteigur hjá blaði, ið hvørja viku kemur í hvørt hús. Mong <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$sera ymisklig fólk skulu m.a. svara:
Hvat er størsta hóttan móti heimsfriðinum? Og hvørjum søguligum persóni vildi tú fegin møtt? Svarini hjá øllum bera á sama borðið.
Fundamentalisma, Fanatisma (trábeitni) og intoleransa svara tey flestu til 1. spurning, og 2. spurningur er næstan uttan undantak svaraður við: Nelson Mandela, Móðir Theresa, Mahatma Gandhi ella líknandi persónum.
Ongin Gallupkanning, men hetta sigur nógv. Størsta hóttanin er tvørrandi tolsemi og virðing fyri øðrvísi hugsandi. Og mest hugtakandi menniskju eru tey, ið tala virðing og frið, mildni og hjálpsemi millum menniskju, og sum hava empatiskan førleika nevniliga evni at duga at seta seg inn í støðuna hjá øðrum. Her skal ikki gloymast, at øll vóru trúgvandi í tí andaliga heimi, tey vóru borin inn í, og at henda trúgv ikki var forðing fyri teirra víðskygni og tolsemi. Tey vóru í praksis ímyndin av mannarættindum og næstrakærleika.
Teigurin í stólinum er partur av okkara søgu og mentan, og eg loyvi mær at halda, at hetta sigur rættiliga nógv, og at vón er fyri okkum sum eitt fólk.
Føroyar eru fyri øll, og demokratiið tryggjar øllum trúarfrælsi. Tað merkir, at øll eiga rætt til at útinna sína trúgv á tann hátt, tey vilja. Guðstrúgvin er grundarlagið undir samfelagnum og hevur verið tað í 1000 ár. Tað er partur av okkara samleika, okkara mentan og okkara fólkaræði. Í einum vælvirkandi fólkaræði hava vit eisini virðing fyri sjónarmiðum annara. Herí er eisini ein ábyrgd, og í ábyrgdini liggur, at tú ikki niðrar tey virði, ið onnur hava kær.
Veit ikki, men eg man vera millum tey heilt fáu, sum beinleiðis havi hitt og tosað við nærum hvønn einasta av teimum, ið dømd eru fyri álvarsom revsilógarbrot í landi okkara seinasta 30 árini. Samanborið við tey 300, ið dagliga royna at hyggja at barnaporno á alnótini, eru tey sera fáment. Taka vit tey burturúr, ið dømd eru fyri kynsligan kriminalitet, so er einamest talan um hinkyndar menn. Nevni hetta, tí tað er viðkomandi í tí kjaki, ið er. Í 1988 var bert ein atkvøða á tingi tað var mín fyri at tryggja teim samkyndu móti mismuni.
Seinasta viðgerðin vísti, at tað nærum er løgst ein atkvøða aftrat fyri hvørt árið.
Loyvi mær at leggja aftrat, at tað at tryggja teim samkyndu móti niðring, í míni verð er óloysiliga tengt at míni andaligu sannføring.
Hetta havi eg eins sjálvsagt og faðir vár lagt í børn míni í teirri sannføring, at øll eru Guðs børn. Hvat 2 vaksin eru samd um at gera, tá tey eru í einingi, er ein privat søk. Øll skulu vit einaferð standa til svars fyri jarðarlívi okkara, og tá eru tað ikki vit, ið góðskumeta og gera úrskurð.
Síðani trúbótina ella bara seinastu 100 árini er so ómetaliga nógv broytt eisini á tí andliga økinum í Føroyum. Kirkjur og fríkirkjur eru komnar í stórum tali. Hóast ymiskleika, so er guðstrúgvin hin sama. Tað er onki nýtt, at fólk eru varin og stundum vísa frástøðu, tá t.d. nýggir andaligir tankar verða bornir fram. Tað sigst, at tá gamli Sloan kom til Føroyar við síni nýggju læru, vóru onkur, ið steinaðu hann út aftur um bøgarðarnar, tá hann skuldi royna at bera fram boðskap sín.
Tá tosað verður um andaligt lív, so er Frelsunarherurin í serstøðu um allan heim og eisini her hjá okkum. Er tað nakar, ið hevur rúmað, fevnt um og hýst teimum, ið eru øðrvísi, teimum, sum tað ikki rættiliga var pláss fyri, so er tað Frelsunarherurin.
Hugsað verður um herbergið heim teirra heimleysu. At Frelsunarherurin annars var eitt litríkt upplivilsi, tá vit bygdabørn á fyrsta sinni komu til Havnar, má eg sleppa at skoyta uppí.
Tað grør um gangandi fót. Lesarar á einum blaði valdu forkvinnuna í MBF til ársins kvinnu um dagarnar.
Fyri ótroyttiliga stríði ímóti forðingum hjá rørslutarnaðum í samfelagi okkara.
Nevndi, at verðin var broytt síðani 1988.
Ja, hvakk við, tá løgtingsformaðurin nú bjóðar skúlaungdómi til arbeiðis á Føroya Løgtingi. Tá kvinnurørslan í Føroyum í 1980 so miriliga bað um at lána løgtingshúsini til kvinnuting at tosa um støðuna hjá børnum í Føroyum, var svarið tvørt nei. Løgtingið skuldi bert brúkast til seriøs endamál, ikki til fjas, svaraði táverandi løgtingsformaður, og flestallir vóru samdir.
Jú, eg haldi, hóast alt, so er vón fyri stavn. Hesi mongu árini hava nógv fremmandafólk livað og virkað ímillum okkum í vinnu og ítrótti. Tað hevur ment okkum.
Samstundis eru vit ríkað við ættleiddum børnum úr allari verðini.
Her er so nógv herligt, um bert vit fáa eyga á tað.
Verðin er ikki svørt/hvít longur hon er flekkut, segði fremsti sálarfrøðingur okkara hóskvøldið í Útvarpinum.
Tað ber ikki til at tosa um virðing fyri tí, onnur trúgva og halda vera rætt, uttan at nema við ta ótryggu støðu, grannar okkara danir í hesum døgum eru komnir í, tí <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ein avís ikki hevur virt tað, ið heilagt er fyri eina mia. av muslimum. Hetta blað átti eisini at minst til Satans Ørindi og avleiðingarnar fyri Salman Rushdie. Her er ein dimensión aftrat: Hesi fólk hava ikki trúarfrælsi. Tey mugu halda tað, leiðarar teirra halda.
Eitt brot úr Koranini halgubók teirra, sigur:
Tað er lættari at fyrigeva enn at hevna. Vit mugu biðja eftir, at hetta verður partur av loysnini landanna millum.
Tá vit hugsa um verðina um okkum, so liggur okkara matrikkul Føðilandið Føroyar nummar 2 úr Paradísi, har hin einstaki sjálvur sleppur at gera av, um hann byggir á klettagrund.
Hetta pliktar.
Politikarar okkara eru eins frægir og í øðrum londum, men tað eru ikki øll mál, ið best loysast av politikarum, tí tey hava so mangt, ið ørkymlar.
Sum kunnugt situr ein grundlógarnevnd við umboðum úr øllum flokkum.
Teirra uppgáva er m.a. at gera eina orðing um, hvussu allir minnilutar fáa orðað og staðfest síni mannarættindi í landi okkara.
Á ársins leiðaradegi herfyri var ein danskur professari, ið legði lag á. Skal munagóð endurnýgging henda í menning av samfelagnum, er tað onki, ið nevnist <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$antin ella, segði hann. Nú snýr tað seg um <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$bæði og...og tað ræður um at finna tey amboð, ið gera okkum før fyri at skilja og rúma hugaheimin hjá øðrum. Har er <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ongin, ið sigrar, og <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ongin verður fyri ósigri, men vit skulu skilja. Tað nyttar ikki at seta 10 eins fólk, sum líkjast stjóranum í starv, nei, tað skulu vera 10 ymisk fólk. Sjálvandi stendst rok og ófriður av og á, men har <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$hendir nakað, har fáa vit endurnýggjan. Men tað krevur dygdar leiðslu, og har er tað nýggju leiðararnir skulu royna seg.
Tá eg hoyrdi hetta, hugsaði eg, at sinniligi formaðurin í grundlógarnevndini <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$er rætti maðurin at handfara spurningin um grundlóg okkara. Snávingarsteinarnir eru, tá fólk og bólkar ikki eru samd, men vit hava áður sæð, at tað ber til at finna felags stev, tá tað er neyðugt. At hann eisini hevur ta eyðmýkt, ið krevst, sæst, tá hann í fyrra álitinum í formálinum kvøður ørindi hjá Símuni av Skarði um okkara trúfasta stara:
Tí starin er so vorðin,
at vónin er hans alt,
ta stund, hon hvørvur burtur;
er lívið stirt og kalt.
Hvussu nógv lond munnu vera í dag, sum hava tað, sum vit? Eitt fólk við felags fortíð og felags andaligum, politiskum og mentunarligum samleika, hóast ymiskar nuansur?
Vit liva í eini felags samtíð, sum vit hava ábyrgd av, og møguleika fyri at ávirka. Um vit eiga eina felags framtíð, veldst um, um øll kenna síni grundleggjandi virði vird um øll kenna seg væl og halda seg hava tað unniligt og virðiligt ímillum okkum, og um vit duga at vísa fyrilit og empati orðið, ið merkir førleika til at seta seg inn í støðuna hjá øðrum.
Vit verða <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ongantíð samd um alt, og tað var eisini keðiligt, um vit vóru tað, tí tað er í ymiskleikanum, at lívið fær litir, men latum okkum royna at vera ósamd á høviskan hátt, viðfara onnur sum vit sjálvi vilja viðfarast.
Vit eru heldur ikki øll á sama báti, men vit kunnu vera í sama bátafylgi og hava somu kós. So ymisk vit eru, <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$so er meira, ið bindur okkum saman enn sum skilir okkum sundur.
Men Leikum fagurt á Foldum. Nú fara vit í Tórsgøtu, sum Býráðið hevur gjørt til mentunargøtu at at syngja, spæla, hoyra søgu og stuttleika okkum. Kendasti føroyingurin og heimsborgarin William Heinesen eigur so mangt sporið í hesi gøtu - eisini áðrenn asfaltið var lagt á. Alt hann legði eftir seg í skaldskapi, málningum, tekningum og klippum er ein lovsongur til fjølbroyttu og margfaldu menniskjabørnini, sum búgva í Føroyum.
Hann doyði livandi og livdi ikki doyggjandi.
Víst skrivar hann um okkum sum <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$eitt fólk, men reyði tráðurin er: <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ikki eins fólk og Guð eigi hann fyri tað. Var hann á lívi, var hann eisini við her í dag.