Her sært tú hondbóltslandsliðið

Her ber til at síggja finaluna í Emerging-Nations Cup beinleiðis

Manslandsliðið í hondbólti skal í dag klokkan 16:30 spæla finalu í Emerging-Nations Cup. Finalan verður móti Lettlandi. Hetta varð staðfest í gjár, eftir at teir føroysku menninir bukaðu vertstjóðina, Kosovo, við einum 31-23 sigri.

Finalan móti Lettlandi verður stroymað beinleiðis á netinum.

Við at trýsta á hesa leinkjuna, ber til at síggja dystin millum Føroyar og Lettland beinleiðis.