Løgtingsformaðurin fer beinanvegin at handa landsstýrismálanevndini kravið frá Sjálvstýrisflokkinum um at seta kanningarstjóra at kanna nógv umrødda skrivstovumálið í Tinganesi og onnur mál - Eg fari sum skjótast at lata landsstýrismálanevndini málið upp í hendurnar.
Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, ætlar ikki at leggjast á áheitanina frá Sjálvstýrisflokkinum, sum vit umrøða longur niðri á Portalinum.
- Eg eri biðin at bera landsstýrismálanevndini eina áheitan og tað avgreiði eg, sum skjótast.
- So stendur tað til nevndina sjálva at gera av, hvat hon ger við áheitanina og um hon skal takast til eftirtektar ella ikki.
Heldur landsstýrismálanevndin, at áheitanin skal takast til eftirtektar, kann hon áleggja løgtingsformanninum at seta ein kanningarstjóra og tað skal hann so at gera.
Í áheitanini á løgtingsformannin, biðjur Sjálvstýrisflokkurin um at syrgt verður fyri, at arbeiðsetningurin hjá kanningarstjóranum verður so mikið umfatandi, at hann eisini fer at kanna um løgmaður hevur forsømt sínar skyldur eftir stýrisskipanarlógini at samskipa landsstýrið og áhaldandi at kunna Føroya Løgting um støðu landsins, samráðingar við onnur lond, og ikki minst skylduna at tilbúgva landsins fíggjarlóg.
- Tekur landsstýrismálanevndin ikki alt fyri eitt upp málið og setur kanningarstjóra, fer Sjálvstýrisflokkurin at taka stig til at fáa løgtingsformannin at kalla Føroya Løgting saman til fundar at umrøða støðuna.
- Fái eg eina slíka áheitan, fari eg sjálvandi at viðgera hana, sigur Hergeir Nielsen.
Sjálvstýrisflokkurin sigur, at eftir stýrisskipanarlógini, kunnu tveir fimtingar av løgtingslimunum krevja, at kanningarstjóri verður settur.
Ein gundgeving hjá sjálvstýrisflokkinum fyri at krevja kanningarstjóra, er, at hetta er annað árið á rað, at uppskot um løgtingsfíggjarlóg ikki er klárt til ásetta tíð, sum er 1. oktobur.
Sjálvstýrisflokkurin krevur eisini, at lásagølan í Tinganesi verður kannað fyri at staðfesta, hvør hevur ábyrgd av, at landið liggur í stjórnarloysi, umdømið Føroya er skatt, og embætisverkið ført út í ruðuleika, sum flokkurin málber seg.