Hergerð málar so hugnaligt

Hon hevur áður luttikið við málningum sínum á framsýningum saman við øðrum. Nú er Hergerð Joensen í Havn á fyrsta sinni við myndum sínum í Smiðjuni í Lítluvík.

Havn: Longu sum ung keypti Hergerð Joensen sín fyrsta málning. Og henni hevur altíð dámað væl at gingið til listaframsýningar.
Onkutíð kom kanska eisini hugsanin fram, um tað var nakað fyri hana at taka pensil í hond og skapa síni egnu listarverk.
Nú var tíðin so búgvin til at Hergerð kundi vísa øðrum nakað av tí, hon sjálv hevur skapað sum listarkvinna av størri og smærri listarverkum úr akryl og vatnlitum.
Og hesar komandi dagarnar hevur hon tískil listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík við væl omanfyri 30 verkum. Framsýningin letur upp í dag kl. 16 og er opin til týsdagin.

Hugnaligar myndir
Hergerð vil ikki gera so nógv burtur úr myndum sínum. Men líkt er kortini til, at fólki dámar tað hon málar.
Í Blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum, har hon starvast, høvdu tey ofta hangandi ymiskar plakatir sum høvdu við hetta arbeiðið at gera.
Hon spurdi seg einaferð lso fyri, og fekk loyvi til at hanga nakrar av hennara egnu myndum upp ístaðin í hølinum, har blóðgevarar lata blóð.
- Og tað var ikki frítt at blóðgevarar dámdu myndir mínar. Tey søgdu, at tær vóru so hugnaligar.
- Hetta var eisini við til at geva mær áræði til at halda áfram at mála, sigur Hergerð Joensen.
Hon hevur seinastu 10 árini verið á fleiri listaskeiðum í Danmark, m.a. í Holbæk, og var í summar eisini á skeiði sum varð fyriskipað við Gjógv.
Nú fær so almenningurin høvið til at síggja smærri og størri listarverk, sum henda 62 ára gamla, men kortini fríska kvinnan hevur latið úr hondum.