Herskip verða ikki kannað fyri rúsevni í Føroyum

Annika Olsen hevur spurt fíggjarmálaráðfrúuna, hvør hevur eftirlit við at herskip ikki smugla rúsevni til Føroya

Men tað er einki tolleftirlit við herskipum, og Taks fer vanliga ikki umborð á herskip, heldur ikki donsk.

Tað sæst í svarinum upp á grein 52a fyrispurningin frá Anniku Olsen til Ruth Vang, fíggjarmálaráðfrú. Hon spurdi soleiðis:

1.    Hvør hevur eftirlit við donsku sjóverjuni hvat viðvíkur smugling?

2.    Hvussu ofta hevur danska sjóverjan lagt at kai í Føroyum seinasta árið?

3.    Hvussu ofta hevur eftirlit verið umborð?

4.    Eru rúsevni nakrantíð funnin umborð á donskum sjóverjuskipum?

Í svarinum sigur Ruth Vang, at herskip hava órin. Hetta er millum annað ásett í havrættarsáttmálanum (UNCLOS), sum er settur í gildi í Føroyum við bekendtgørelse nr. 17 af 21. juli 2005 af De Forenede Nationers Havretskonvention af 10. december 1982 tillige med den dertil knyttede aftale af 28. juli 1994 om anvendelse af konventionens kapitel XI. Herskip eru viðgjørd í grein 29-32 í konventiónini.

– Órin hjá krígsskipum sambært havrættarsáttmálanum er fyrst og fremst ætlað mótvegis jurisdiktiónum hjá triðjalondum. Harafturat er viðkomandi at spyrja, hvørt Føroyar eru at rokna sum triðjaland í mun til møguligt órin hjá einum donsku krígsskipi, sigur hon.

– TAKS fer tó ikki vanliga umborð á herskip, heldur ikki donsk. Um TAKS skuldi farið umborð á eitt herskip, vildi hetta verið eftir samráð við flaggstatin og skiparan og í samstarvi við løgregluna.

– TAKS hevur ikki hagtøl yvir, hvussu ofta danska sjóverjan hevur lagt at bryggju í Føroyum seinasta árið, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fígjgarmálum, í svarinum til Anniku Olsen, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi.