Kunnandi tiltak um Suðuroyartunnilin

Í næstum fer Løgtingið aftur at viðgera Suðuroyartunnilin; eitt uppskot, sum hevur ómetaliga stóran týdning fyri framtíðina í Suðuroynni. Eitt uppskot, sum eisini hevur ført við sær nógva umrøðu og kjak í stóran mun uttan um Suðuroynna.

 

Mánakvøldið 24. novembur verður tó høvi at kunna seg um uppskotið á kunnandi tiltaki um Suðuroyartunnilin.

 

Á fundinum fer P/F Suðuroyartunnil at greiða frá innihaldinum í verkætlanini, nú lógaruppskotið er borið í Løgtingið.

 

Eisini verður greitt frá fíggjarliga partinum og frá politisku tilgongdini.

 

Fundurin er í Skúladeplinum í Suðuroy kl.19-21.

 

,Øll eru hjartaliga vælkomin, siga politisk økisfeløg í Suðuroynni í tíðindaskrivi.