Herverk á bilar í Bøgøtu í Havn

Fleiri bilar, sum stóðu parkeraði í Bøgøtu í Havn hava fingið skaða

Løgreglan fekk í morgun fráboðan um, at herverk varð framt á fleiri bilar í Bøtøtu í Havn.

Herverk er framt á dekkini á bilunum, sigur vaktleiðarin, enn ikki veit, hvussu nógar bilar talan er um, og hvussu umfatandi skaðin var.

Løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum hava sæð eitthvørt í Bøgøtu, sum kann hava við hetta herverkið at gera.

Annars hava verið fleiri falskir alarmar, sigur vaktleiðarin. Tað var eitt nú í húsinum hjá Føroya Tele uppi á Húsareyni og á Apotekinum í Havn. Tá slík automatisk fráboðan kemur, sum verður alt sett í verk. Men talan var í hesum førunum ikki talan um eld ella innbrot.