Fóru avstað við minidumpara

Løgreglan fekk í gjár fráboðan um, at onkur var farin avstað við einum minidumpara, sum er eitt slag av trillibøru við motori.

Stuldurin fór fram á einum arbeiðsplássi við gamla Venjingarskúlan á Frælsinum.

Minidumparin var funnin aftur mitt á vegnum á Frælsinum, har tann sum tók hann hevði sett hann frá sær.

Hann varð fingin upp á pláss aftur, men løgreglan fekk ikki fatur á teimum, sum høvdu tikið hann. Lyklarnir stóðu í, og tað gjørdu teir eisini, tá duparin var funnin aftur.