Strandferðslan er ikki meldað

Strandferðslan ger vart við, at stovnurin ikki er meldaður.

– Kringvarp Føroya førdi týskvøldið 7. oktober 2025 í Degi og Viku fram, at Sjóvinnustýrið hevur meldað Strandferðsluna í málinum um hekkuportrið á Galaxy. Tað er ikki rætt. Strandferðslan er ikki meldað í málinum, skrivar Strandferðslan í eini viðmerking.

Sambært upplýsingum frá Sjóvinnustýrinum kannar løgreglan í løtuni málið vegna Sjóvinnustýrið. 

Við støði í upplýsingunum frá løgregluni fer Sjóvinnustýrið at gera eina løgfrøðiliga niðurstøðu um, hvørt brot er framt á viðkomandi reglur, sum løgreglan síðani kann velja at fylgja.

Strandferðslan samstarvar við løgregluna um málið, skrivar Strandferðslan.