Herverk og rúsdrekkakoyring

Løgreglan hevur verið nógv úti um vikuskiftið í sambandi við smærri herverk og bilførarar eru eisini tiknir fyri rúsdrekkakoyring

Løgreglan hevur ikki havt úr at gera um vikuskiftið, men boð hevur tó verið eftir teimum til fleiri smærri herverk og lítil ferðsluóhapp eisini.
Eitt herverk varð framt á bygningin, har Heimarøktin og Serforsorgin halda til, eitt annað var á ein bil. Hetta var alt fríggjakvøldið og leygarnáttina.
Sunnumorgunin tók løgreglan við stuttum millumbilum tveir bilførarar, sum koyrdi ávirkaðir í miðbýnum. Báðir verða skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring.
Tann seinni hevði onki koyrikort frammanundan.
Ein bilførari varð steðgaður á landsvegnum fyri at koyra ov skjótt. Afturfyri at koyra 122 km/t kann hann vænta sær ein treytaðan dóm upp á koyrikortið tey komandi trý árini.

Royk luktur
Fríggjakvøldið var Sløkkiliðið boðsent út á Landssjúkrahúsið, tí tey hildu seg kenna royklukt har. Men tá sløkkiliðið kom, var ongin roykur at finna nakrastaðni. Lukturin var framvegis har, men ongin eldur var at finna. Heldur ikki varð staðfest, hvaðani lukturin kom frá.