10?MANNAFØR
Jóannes Hansen
Tað hevur verið roknað við tí alt summar. Í trimum teimum fyrstu kappingunum syrgdu teir umborð á Eysturoyingi og Havnarbátinum fyri, at tað ikki gjørdist veruleiki.
Men á Vágsfirði megnaði eingin at byrgja uppfyri tí. Vestmenningur vann, og harvið blandaði hann seg av álvara upp í FM kappingina. Vestmenningar hava ikki vunnið ein 10?mannafarsróður síðani í fyrraárið, og teir høvdu avgjørt einki havt ímóti, um seinasti parturin av róðrarárinum í ár hevði lagað seg soleiðis, sum hann gjørdi ta ferðina.
? Tá vunnu vit á 1500 metrum í Klaksvík, og so vunnu vit tríggjar teir seinastu róðrarnar, sum vóru á 1000 metrum, m. a. í heimasjógvi í Vestmanna. Tað hevði við sær, at vit gjørdust meistarar. Í ár vunnu vit ikki á norðoyarstevnu, men vit hava møguleika at vinna tríggjar teir seinastu róðrarnar, sum allir eru á 1000 metrum. Um tað eydnast, so fara vit at vinna FM. Vit fara at leggja alt tað í, sum vit eiga, men um tað fer at røkka til sigur í Miðvági og á ólavsøku, tað fáa vit at síggja. Kappingin er so sera jøvn, at tað er møguleiki fyri at enda á øllum plássum.
Tað er Jan Johannesen, annar av lærmonnunum umborð á Vestmenningi, sum sigur hetta. Hann hevur róð í fleiri ár, og hann er ein av fýra, sum var við Vestmenninginum í ár og sum eisini var við í fjør.
? At vit hava skift nógv fólk vil ikki siga tað sama sum, at tað er spildurnýtt róðrarfólk við í ár. Onkrir, sum hava róð við Vestmenninginum áður, eru komnir umborð aftur, og onkrir, sum vóru við 6?mannafarinum Fortunu í fjør, eru nú umborð hjá okkum.
Stýrdu skeivt
Vestmenningurin var væl fyri, tá tað varð kappast á Skálafjørðinum, men ta ferðina mistu teir sigurin til Eystuyroying í síðstu tøkunum. Bátsformaðurin umborð á Vestmenninginum heldur seg vita, hví tað ikki royndist so væl ta ferðina:
? Vit fóru eitt sindur skeivir á síðsta teininum. Vit lógu uttarlaga í feltinum, og tað kostaði ivaleyst nógv, at vit ikki róðu so beint, sum vit skuldu havt gjørt.
Men tað gjørdu tit hesa ferð, nú tit vóru eina bátslongd undan hinum?
? Vt hava onkra ferðina havt ringar royndir í Vági, har málið vísir so skeivt. Eitt árið hildu vit okkum hava vunnið, men tá vóru vit snýttir. Hesa ferð vildu vit vera so mikið væl frammanfyri, at eingin ivi skuldi vera, men vit vóru ikki heilt vísir í, at vit høvdu vunnið, fyrrenn við fingu úrslitið staðfest. Tað var fínt. Móttøkan í Vestmanna var, sum hon plagar at vera, tá Vestmenningurin hevur vunnið, og nú verður tað sera spennandi at venja til tær báðar síðstu kappingarnar.
Øðrvísi róður
Á longru teinunum hevur tað verið sera javnt millum 10?mannaførini. Tað var tað eisini í Vági, men sigurin hjá Vestmenningi var meiri sannførandi, enn sigrarnir hava verið vunnir í fleiri av hinum kappingunum. Vestmenningur var tað mesta av einari hálvari bátslongd undan Eysturoyinginum og Havnarbátinum, sum komu mest sum í senn á mál.
Klaksvíkingurin var tað mesta av einari bátslongd aftanfyri hinar bátarnar. Tað hevur ljóðað, at teir høvdu skift ein mann út umborð á Klaksvíkingi undan jóansøkuni. Tað er rætt, at teir høvdu sent fráboðan til RSF um, at ein nýggjur maður var komin umborð. Talan var um ein nýggjan stýrimann, tí hin hevði fingið forfall bara hesa eina ferðina.
Klaksvíkingurin hevði ein vánaligan start, og tað hevði við sær, at teir heldur kappaðust við Nólsoyingin um at sleppa undan aftasta plássinum, heldur enn at teir kappaðust við hinar manningarnar um at vinna.
Róðrarlagið var øðrvísi í Vági, enn tað hevur verið á longru teinunum. Ferðin var hægri, og tað var spurtað meiri, enn tað plagar at vera. Eingin ivi var um, at vestmenningar vóru teir stinnastu hesa ferð. Spurningurin er so, hvussu tað fer at hilnast í Miðvági og á ólavsøku. Spenningurin er í hvussu so er størri, enn hann hevur verið nógvu tey seinastu árini.