Í november vóru 27.513 fólk til arbeiðis í Føroyum. Hagstovan sigur, at tað eru gott og væl 300 fólk fleiri enn tað vóru fyri einum ári síðani, og talan er sostatt um ein vøkstur upp á 1,2 prosent. Men Hagstovan sigur, at gongdin vísir, at hesar seinastu mánaðirnar hevur talið staðið í stað, ella enntá er tað minkað eitt sindur, tí í desember í fjør vóru 27.723 løntakarar í Føroyum, ella 210 løntakarar fleiri enn tað vóru í nú í november.
Men tølini frá Hagstovuni vísa eisini, at munurin ímillum menn og kvinnur er minkaður eitt lítið vet. Nú í november vóru umleið 14.150 menn og 13.350 kvinnur til arbeiðis í Føroyum og sostatt eru tað eru tað 800 fleiri menn til arbeiðis enn tað eru kvinnur, men í fjør vóru 833 fleiri menn á arbeiðsmarknaðinum enn tað vóru kvinnur. Men støðan er eisini tann, at búgva eini 2.000 fleiri menn í Føroyum enn tað búgva kvinnur.