Kanska ein av fjórðingsfinalunum, har tað kann gerast eitt sindur spennandi, var tað onkur, sum helt fyri, tá mett varð um fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið.
Men tað gjørdist ongantíð spennandi í Klaksvík. Heimaliðið var ágangandi, avrikið var tað mest sannførandi higartil í ár, og tølini tala fyri seg. KÍ vann 4-0, og tað var serliga seinna partin av fyrra umfarinum, at tað fullkomuliga skrædnaði hjá GÍ.
Klaksvíkingar høvdu stóra ferð, teir spældu nógv við longum sendingum í síðurnar, og teir komu ofta til baklinjuna, haðani bóltarnir ? bæði flatir og høgir ? vóru sendir innfyri til veteranarnar Kurt Mørkøre og Olgar Danielsen, sum ? hóast teir hava skorað eina rúgvu av málum í einum longum fótbóltslívi ? framvegis tykjast svangir.
Málini
Heðin á Lakjuni fekk fyrsta málið. Bólturin fór mitt inn fyri málið, eftir at Marek hevði sent fríspark úr vinstru, og Lakjumaðurin snittaði í handara síðunetið.
Olgar Danielsen økti til 2-0, og tað var sjón fyri søgn, at gøtuverjan átti sín part í hesum. KÍ málverjin sendi høgt og langt, Sunvard Joensen rópti at hann hevði, men rakti ikki bóltin, Alvi Justinussen og Olgar Danielsen kappaðust um bóltin, klaksvíkingurin vann tvídystin, og so kundi hann trilla bóltin í eitt tómt mál.
Hesa ferð var Rógvi Jacobsen miðvallari, og hann hevði síðsta fótin á triðja málinum, sum kom stutt fyri hálvleik. Eftir horna í høgru og stút út frá aftur, endaði bólturin hjá Arnold Joensen, sum sendi flatt til nærra stólpa, har Rógvi var leysur og stýrdi bóltinum í kassan, og harvið var fjórðingsfinalan í veruleikanum avgjørd.
Klaksvíkingar høvdu fleiri aðrar møguleikar, t.d. tá Kurt Mørkøre, sum fyri eina ferð skyld ikki var millum málskjúttarnar, stútaði og Sunvard Joensen vardi væl fyri.
Í 2. hálvleiki var spælið ikki so ágangandi, sum tað hevði verið fyrra umfarið. Olgar Danielsen staðfesti rimmar sigurin, tá hann við handara stólpa fekk loyvi at temja innlegg úr vinstru frá Rógva Jacobsen. Kurt Mørkøre søkti nærra stólpan og tók tveir verjuspælarar við sær, og so var lagamanni hjá álopsfelaganum at fáa mál.
Síðstu løtuna var John Hansen á vøllinum. Hann hevur ikki spælt síðani hann varð skaddur í knænum, tá landsliðið var í Spania. At sterki vongspælarin kom inn ber boð um, at hann er á veg á toppin aftur, men á avrikinum sást, at enn manglar nakað í, áðrenn góðu evnini koma til sín rætt.
Umstillingar
Einki er at liggja omaná, at gøtumenn hava havt trupulleikar við at manna álopspartin. Í ár skuldi Sasha eftir øllum at døma so at siga vera høvuðsálopsmaður, men higartil hevur tað gingið meiri enn illa, tí hann hevur verið so nógv plágaður av vøddaskaða.
Teir royndu aftur við honum sunnudagin, men tað gekk bara ein lítil løta, so noyddist hann at taka seg úr stríðnum. Veteranurin Símun Petur Justinussen kom inn í álopið við síðuna av Henningi Jarnskor, og hesir báðir høvdu í 2. hálvleiki onkrar støður, og tað høvdu Sámal Joensen og Bartal Eliasen eisini, har tað við eitt sindur størri neyvleika kundi verið vandamikið, men einki spurdist burturúr, og leikluturin hjá GÍ í steypakappingini er liðugur.
Hvussu tað verður í landskappingini er framvegis ein opin spurningur, men gøtufólk mugu eftir øllum at døma sláa seg til tols við, at tíðin, har teirra spæla fyrstu violin í føroyskum fótbólti, er farin ? fyribils í hvussu so er.
Higartil í ár hava teir spælt við flatari verju, og tað hevur kostað, samstundis sum tað ikki hevur gingið nakað serligt við at fáa tað burturúr á miðvøllinum, sum roknast kann við, millum annað tí at Rúni Justinussen ikki er við í uppspælinum á sama hátt, sum hann áður hevur verið (tað er kanska torførari at fara framvið, tá eingin dýpd er í verjuni).
Eftir steðgin fór Jóan Petur Olsen av miðvøllinum og afturum verjuna fyri at skapa dýpd í, og Leivur Hansen kom inn á vongverjan í vinstru, meðan Svenn Olsen fór í miðverjuna. Um hetta var tekin um, at Johan Nielsen ætlar sær burtur frá fløtu verjuni, fáa vit at síggja komandi sunnudag.