Hesi 11 eru nývald løgtingsfólk

Fýra kvinnur og 7 menn taka sæti á tingi í dag sum nýggj tingfólk

Útskiftingin á tingi hesaferð var 11 tingfólk. 2 av teimum 11 hava verið vald á ting áður. Tað eru Bill Justinussen, sum áður hevur umboðað Miðflokkin, men sum nú umboðar Fólkaflokkin. Hin er Sámal Petur í Grund, sum varð valdur á ting fyri Sjálvstýrisflokkin í 1998. Trý hava havt fast sæti á tingi sum varafólk fyri landsstýrisfólk undir seinastu samgongu. Tey eru Súsanna Bertholdsen úr Javnaðarflokkinum, Liljan Weihe og Eirikur í Jákupsstovu úr Tjóðvledi. Grímur Sundstein úr Fólkaflokkinum hevur av og á verið inni sum varamaður fyri Fólkaflokkin seinasta valskeiðið. Fimm eru spildurnýggj í politikki: Sunnvá Dahl Høgfeldt úr Sambandsflokkinum, Bjørg Brynhildardóttir Egholm úr Tjóðvledi, Atli F. Johansen úr Sambandsflokkinum, Fróði Magnussen úr Fólkaflokkinum og Ben Arabo úr Javnaðarflokkinum.

 

Av teimum 11 hava 9 ikki verið vald á ting áður

 

Á løgtingsvalinum 26. mars var Løgtingið mannað av nýggjum. Av teimum 33 eru 11 vald, sum ikki vórðu vald á seinasta løgtingsvali 8. desember í 2022. 9 teirra hava ikki verið vald áður, og 5 teirra hava als ikki havt sæti á tingi áður.

 

Tey sjey, sum fara í landsstýrið í dag, fara at leggja tingsessirnar frá sær. Tá koma sjey fólk á ting sum varafólk.

 

Tey eru:

 

Úr Fólkaflokkinum:

 

Fía Selma Nielsen

 

Astrið Breckmann

 

Úr Sambandsflokkinum:

 

Magni Højgaard

 

Anna Falkenberg

 

Úr Javnaðarflokkinum:

 

Bjørt Lind

 

Eyðgunn Samuelsen