Tilsamans 17 virðislønir verða latnar á FMA í Norðurlandahúsinum 12. mars.
Dómsnevndir hava seinastu vikurnar vigað og mett um útgávur og stakløg. Talan er um fleiri enn 20 fólk, sum nú eru komin við sínum uppskotum og endaliga úrslitið sæst niðanfyri.
Umframt hesar virðislønir verða seks virðislønir latnar uttan tilnevningar. Hesar eru Áhoyraravirðislønin, Exportvirðislønin, Ársins framleiðari, tekstur, húsi og Ársins tónleikaheiður.
Exportvirðislønin er nýggjur heiður á FMA, sum verður latin í samstarvi við FMX, tónleikaútflutningsstovuna.
Áhoyraravirðislønin er einasta virðislønin, sum verður latin uttan um dómsnevndir. Har kunnu øll fara inn og atkvøða á Sona-appini. Tað ber til fyrrapartin í dag til og við 12. Mars, tá FMA verður víst beinleiðis í sjónvarpinum.
Tey, sum eru í uppskoti á FMA 2022, eru hesi:
Popp og rokk flokkurin
Ársins kvinnuligi sangari
Brimheim
Dania O. Tausen
Greta Svabo Bech
Lea Kampmann
Konni Kass
Ársins mannligi sangari
Beinir
Knút
Ragnar Finsson
Reiley
Teitur
Ársins sangur
Hey Amanda - Brimheim
Let it ring - Reiley
Tú angar so væl - Bjarki Hansen
Unicorn - Ester Skála
Villiniborg - Knút
Ársins útgáva
Cazador de Ostras - Teitur
Crossing - Horrse
Diplopia - Konni Kass
Gonguteigatúnatos - Dania O. Tausen
The reeson for hardcore vibes again - Joe & The Shitboys
Ársins bólkur ella einstaklingur
Brimheim
Horrse
Joe & The Shitboys
Reiley
Teitur
Ársins nýggja navn
Brimhvítt
EKA
Horrse
Jósef Zachariassen
Reiley
Sanna Bæk Hoydal
Opin flokkur
Ársins sangari ella einleikari
Ernst Remmel
Kristina Thede Johansen
Sanna Bæk Hoydal
Ársins útgáva ella konsert
Live at Salt - EKA
Porkerisvatn - Yggdrasil
Tónlist - Fonetika
Ársins kompositión
Mourner’s Adagio - Óli Jógvansson
Skýggj - Yggdrasil
Sóleyan - Elin Heinesen
Ársins bólkur ella kór
Det Ferösche Compagnie
EKA
Yggdrasil
Ársins videolag
Alt annað enn vanligt - Dania O. Tausen (leikstjóri Maria Tórgarð)
Frank - Konni Kass (leikstjóri Maria Tórgarð)
Glashús - Einangran (leikstjóri Heiðrik á Heygum)
Let it ring - Reiley (leikstjóri Reiley)
Pull the trigger - Joe & The Shitboys (leikstjóri Terji Mohr)