Hesi hittast í fjórðingsfinalunum

Lutakast til fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið hevur verið í kvøld.

Nú er greitt hvørji lið skulu hittast í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið. Lutakast var í ítróttarstendingini 3-2 hjá Kringvarpinum í kvøld.


Fjórðingsfinalur:

B36 – EB/Streymur

Giza/Hoyvík – HB

ÍF – Víkingur

NSÍ – AB


Fjórðingsfinalurnar verða mikudagin í næstu viku. Hálvfinalurnar verða 21. mei og 3. juni, meðan sjálva finalan verður 29. juni.