Hvat skulu gomlu, sermerktu, kommandørhúsini Yviri við Strond, brúkast til? Tað er ein spurningur, sum varð umrøddur á tingi í gjár.
Tá ið støðirnar í Mjørkadali, og á Sornfelli, vórðu niðurlagdar, yvirtók landsstýrið bæði Støðina á Sornfelli, Marinustøðina í Mjørkadali, og sermerktu húsini yviri við Strond, kommandørurin búði í.
Marinustøðin verður brúkt til varhald og fongsul, støðin á Sornfelli, verður ikki brúkt til nakað, og stendur bara og forfellur, og kommandørhúsini verða leigað út.
Í hesum sambandi helt Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, og fyrrverandi løgmaður, at tað hevði verið sjálvsagt, at Føroya løgmaður fekk hesi húsini at hava móttøkur í.
- Tað hevði verið gott fyri Føroya Fólk, leggur hann afturat.
Borgargarstjórin í Havn hevur eini stásilig móttøkuhús og tað átti løgmaður eisini at havt, heldur Kaj Leo Holm Johannesen, og tí heitir hann staðiliga á Landsstýrið um ikki at selja tey.
Hendrik Old, landsstýrismaður, sigur, at húsini hava staðið tóm, men nú eru tey leigað út, tí har eru treytirnar soleiðis, at verða húsini seld fyri 2018, fær landskassin bara helvtina av søluprísinum. Tað er Arktisk Kommando, sum leigar húsini. Arktisk Kommando eru leivdirnar av Færøernes Kommando og
Grønlands Kommando sum nú er skert niður í næstan einki.
Hinvegin staðfestir Heðin Mortensen, løgtingsmaður, og borgarstjóri í Havn, at hann er ógvuliga vónbrotin av støðuni, tí veruleikin er, at Kommandørhúsini verða yvirhøvur ikki hildin og tey forfella hvønn einasta dag.
Tað harmar hann eisini, at landið bara brúkar tey til at leiga út, tí í hansara hugaheimi er eingin ivi um, at tey skuldu verðið tikin til Føroya Løgmann at hildið til í.
Eisini Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Nýtt Sjálvstýri, heldur, at tað hevði verið púra nátúrligt, at Kommandørhúsini vórðu tikin til løgmanssæti, altso til bústað hjá løgmanni.
Bill Justinussen tingmaður fyri Miðflokkin, heldur, at ætlanin at gera bygningarnar í Tinganesi ístand, átti at verðið fullførd, og tað var har, at løgmaður, og landsstýrið, skulu takan ímóti gestum.
Myndin er frá tí, at síðstu kommandørhjúnini í Føroyum, Jan og Doris Leisborch, flyta úr sermerktu húsunum Yviri við Strond, tá ið marinustøðin í Føroyum varð niðurløgd. Spurningurin er nú, hvat húsini skulu brúkast til