Hesi stilla upp fyri Sambandsflokkin í Havn

Ellivu valevni bjóða seg fram - og millum teirra er ein fyrrverandi sjálvstýrismaður

Sambandsflokkurin er nú liðugur við uppstillingina til kommunuvalið í Tórshavn - 10. november. Og tey hava fingið ellivu valevni á listan, sjey menn og fýra kvinnur. Og tað er kanska vert at leggja til merkis, at eitt av valevnunum er Jákup Sverri Kass, sum hevur sitið á Løgtingi fyri Sjálvstýri.

Valevnini fyri Sambandsflokkin, eru:

· Petur Frank Jákupsson Holm

· Jákup Sverri Kass

· Jensia Højgaard Kjærbæk 

· Jóhan Petur Johannesen

· Petrina Berg á Lag

· Annfinn Brekkstein 

· Harriet Høgnesen

· Ingi Mittún

· Gitte Klein

· Jens Knudsen

· Tummas Rubeksen 

Sambandsflokkurin sigur, at talan er um eina góða blanding av kendum og royndum fólkum í kommunal- og landspolitikki, og fólkum, sum eru nýggj í kommunalpolitikki og hava aðrar royndir.

Tey fegnast eisini um at ein triðingur av valevnunum eru kvinnur, tí tey halda, at tað  er við til at tryggja, at ymsu politisku áhugamálini eru væl umboðað.