B68 boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt tvey ára sáttmála við Dabo, sum er úr Senegal. Hann hevur víst sera góðar eginleikar á bóltinum í teimum trimum venjingardystunum, sum hann hevur spælt fyri B68.
Dabo spældi millum annað seinna hálvleik móti AB í seinasta umfarinum í kappingini hjá Venjarafelganum. Her kom hann inn og gjørdu stóran mun við sínum kviku og bólttryggu dribblingum. Hann spælir á vonginum.
B68 hevur annars ikki gjørt so nógvar broytingar í ár. Chris Jastrzembski er givin í felagnum, og nýggir eru Sebastian Lau Nielsen, Pedro Taracon Anton, Gilli Samuelsen og Niels Jensen. Tað merkir, at liðið hevur fingið tilgongd av fimm spælarum og tað kann gera mun í niðurflytingarstríðnum.