Hesir eru nýggju X Factor dómararnir

TV2 hevur nú avdúkað, hvørjir nýggju dómararnir verða í X Factor 2019

Næstu ferð danska sangkappingin, X Factor, kemur á skíggjan, verður sendingin send á nýggjari rás við tveimum nýggjum andlitum í dómarastólunum. X Factor hevur inntil í ár verið sent á DR1, men verður í framtíðini sent á TV2.

 

Í dag avdúkaði TV2, hvørjir dómararnir verða í nýggju útgávuni av væl umtóktu sangkappingini. Royndi dómarin, Thomas Blachman, tekur eitt tørn aftrat. Hann boðaði longu frá í vár, at hann fór at halda fram sum dómari í X Factor, tá TV2 tók yvir. At sita við síðuna av honum næsta ár verða Nanna Øland Fabricius og Lars Ankerstjerne Christensen, sum bæði skulu royna seg á fyrsta sinni sum X Factor dómarar.

 

Í tónleikaheiminum kallar Nanna Øland Fabricius seg Oh Land. Hon er navnfrom donsk sangarinna, sum hevur staðið seg væl bæði í Danmark og úti í heimi. Hon hevur eisini sitið sum ein av dómarunum í sangkappingini hjá TV2, “Voice Junior”.

 

Hin nýggi dómarin er Lars Ankerstjerne Christensen, sum annars er kendur sum Ankerstjerne. Hann hevur verið við til at framleitt nógv hitt í Danmark og hevur eisini sjálvur fleiri løg, har hann rappar.

 

Nýggja útgávan av X Factor verður enn við væl umtóktu vertinnuni, Sofie Linde, á odda.