FIFA og Ballon d’Or hjá tíðarritinum France Football, eru farin hvør til sítt. Tí verður ongin FIFA Ballon d’Or heiður í ár. Tað er deilt upp í FIFA Best Player og Ballon d’Or.
Í dag hevur FIFA kunngjørt teir 23 spælararnar, sum eru tilnevndir til FIFA Best Player. Teirra millum eru fleiri kend nøvn, sum ganga aftur. Eitt nú Lionel Messi og Cristiano Ronaldo. Veddingarfyritøkurnar hava Cristiano Ronaldo sum favoritt at vinna.
Eftir honum koma Lionel Messi, Antonie Griezmann, Luis Suarez, Gareth Bale og Neymar. Allir úr La Liga í Spania.
Teir tilnevndu eru:
Sergio Agüero (Argentina/Manchester City)
Gareth Bale (Wales/Real Madrid)
Gianluigi Buffon (Italia/Juventus)
Cristiano Ronaldo (Portugal/Real Madrid)
Kevin De Bruyne (Belgia/Manchester City)
Antoine Griezmann (Frakland/Atlético Madrid)
Zlatan Ibrahimović (Svøríki/Paris Saint-Germain/Manchester United)
Andrés Iniesta (Spania/FC Barcelona)
N’Golo Kanté (Frakland/Leicester City/Chelsea)
Toni Kroos (Týskland/Real Madrid)
Robert Lewandowski (Pólland/FC Bayern Munich)
Riyad Mahrez (Algeria/Leicester City)
Lionel Messi (Argentina/FC Barcelona)
Luka Modrić (Kroatia/Real Madrid)
Manuel Neuer (Týskland/FC Bayern Munich)
Neymar (Brasil/FC Barcelona)
Mesut Özil (Týskland/Arsenal)
Dimitri Payet (Frakland/West Ham United)
Paul Pogba (Frakland/Juventus/Manchester United)
Sergio Ramos (Spania/Real Madrid)
Alexis Sánchez (Kili/Arsenal)
Luis Suárez (Uruguay/FC Barcelona)
Jamie Vardy (Ongland/Leicester City)