FIFA Ballon d’Or 2015 listin er nú kókaður frá 59 nøvnum, niður í 23 nøvn. Av teimum 23 spæla allir stóru kappingunum í Evropa.
Les eisini:59 í uppskoti til FIFA Ballon d'Or
Millum nøvnini eru allir teir, sum verða mettir millum teir bestu og dýrast. Frá Lionel Messi, Neymar, Luis Suarez, Andrés Iniesta og Ivan Rakitic í Barcelona, til Cristiano Ronaldo, James Rodriguez, Toni Kroos, Karim Benzema og Gareth Bale í Real Madrid.
Allir teir tilnevndu spælararnir spæla í stóru fótbóltslondunum, Onglandi, Spania, Týsklandi og Fraklandi.
Trýfaldi vinnarin, Cristiano Ronaldo, hevur vunnið heitið tvey tey seinnu árini. Tó er Lionel Messi mettur sum favorittur at vinna sítt fimta FIFA Ballon d’Or heitið, sum verður givið til besta spælaran í heiminum.
Vinnarin verður funnin í januar 2016. Tað eru landsliðs-liðskipara og landsliðsvenjararnir, sum atkvøða saman við einum umboði fyri fjølmiðlarnar.
Almenni 23 mans listin til FIFA Ballon d’Or hjá FIFA:
Sergio Aguero (Argentina/Manchester City)
Gareth Bale (Wales/Real Madrid)
Karim Benzema (France/Real Madrid)
Cristiano Ronaldo (Portugal/Real Madrid)
Kevin De Bruyne (Belgium/VfL Wolfsburg/Manchester City)
Eden Hazard (Belgium/Chelsea)
Zlatan Ibrahimovic (Sweden/Paris Saint-Germain)
Andres Iniesta (Spain/FC Barcelona)
Toni Kroos (Germany/Real Madrid)
Robert Lewandowski (Poland/FC Bayern Munich)
Javier Mascherano (Argentina/FC Barcelona)
Lionel Messi (Argentina/FC Barcelona)
Thomas Muller (Germany/FC Bayern Munich)
Manuel Neuer (Germany/FC Bayern Munich)
Neymar (Brazil/FC Barcelona)
Paul Pogba (France/Juventus)
Ivan Rakitic (Croatia/FC Barcelona)
Arjen Robben (Netherlands/FC Bayern Munich)
James Rodriguez (Colombia/Real Madrid)
Alexis Sanchez (Chile/Arsenal)
Luis Suarez (Uruguay/FC Barcelona)
Yaya Toure (Cote d'Ivoire/Manchester City)
Arturo Vidal (Chile/Juventus/FC Bayern Munich)