Oljustevna
Tað liggur betri fyri nú hjá føroyskum fyritøkum at sleppa upp í oljuvinnuna, enn tað hevur gjørt leingi.
Tað heldur John Eli Olsen á Skála, nú hann er afturkomin av stórari oljustevnu í norska býnum Stavanguri.
Stjórin á El- Service heldur, at á stevnuni vóru tey ymsu oljufólkini vóru blíðari og meiri fyrikomandi mótvegis føroyskum fyritøkum enn tey plaga at vera.
Hann heldur, at ein orsøk kann vera, at El- Service at er á stevnu hvørja ferð, so teir síggja, at tað býr álvari aftanfyri.
Men ein onnur ørsøk kann avgjørt vera, at hesuferð hevði fyritøkan sligið seg saman við trimum øðrum fyritøkum í Eysturoy um eina felags umboðan á stevnuni í norska olju-høvuðsstaðnum.
Umframt El-Service vóru Sandblásing, K.J Hydraulik og Normek felags um ein bás á oljustevnuni.
?Sostatt fóru vit á stevnu sum ein maður við umleið 100 starvsfólkum í rygginum tilsamans. Og tað vísti set, at oljufólkini hava nógv betri hugat tosa við tey størru samtøkini enn tey hava at tosa við allar tær smáu fyritøkurnar, tá ið tær koma ein og ein og bjóða seg fram.
Spurningurin er so um oljustevnan fer at kasta nakað av sær?
Tað heldur John Eli Olsen er ógvuliga trupult at siga.
Men hann hevur góðar vónir um tað.
? Vit høvdu eisini fingið samband ílag við ymsar partar í oljuvinnuni áðrenn vit fóru á messu og útlit eru fyri, at okkurt fer at spyrjast burturúr tí. So samanumtikið eru vánirnar fyri at sleppa upp í oljuvinnunabetri nú enn tær hava verið, sigur stjórin á El-Service.
Hann sigur, at higartil hevur EL service verið undirveitari til oljuvinnuna, men tað gevur ikki so drúgvar sáttmálar, sjálvdan meiri enn nakrar mánaðir ísenn.
Tí leggja deir stóran dent á at brynja virkið til at verða høvuðsveitari.
? Men setir serlig krøv til virkið. Eitt týðandi krav er, at vit hava ein orðaðan heilsu, umhvørvis- og trygdarpolitikk.
? Tað arbeiða vit vit og tað verða vit lidnir við í november.
John Eli Olsen sigur, at sum høvuðsveitari eru sáttmálarnir nógv betri, tí tá ganga sáttmálarnir vanliga yvir fleiri ár ísenn
? Tað er heilt avgjørt tann vegin, vit eiga at fara, sigur stjórin á El-Service
Kostnaðarstøðið niður
Men so leggur hann afturat, at kostnaðarstøðið í Føroyum er avgjørt ein stórur trupulleiki í royndunum hjá føroyskum fyritøkum at bjóða seg fram í oljuvinnuni.
Tó er tað ein heiltstórur fyrimunur, at Atlantsflog er farin at flúgva beinleiðis til Noregs, tí tað sparir teimum rættiliga fitt í ferðaútreiðslum.
? Skulu vit tosa um kappingarførið hjá føroyskum fyritøkum, hava vit góðar møguleikar í Noregi. Í donsku oljuvinnuni knípur knípur tað av álvara.Ein orsøk til tað er, at ferðaútreiðslurnar eru so stórar. Og í ensku oljuvinnuni hava føroyskar fyritøkur als ongan møguleika, tí har eru lønirnar so nógv lægri enn í Føroyum.
Tí tekur John Eli Olsen fult undir við royndunum hjá fakfeløgum og arbeiðsgevarum at fáa kostnaðarstøðið at minka við eini avtalu um lønarsteðg afturfyri at skattir og avgjøld lækka.
? Hevði tað borið til at fingið eina slíka avtala ílag, hevði føroyska samfelagið vunnið tað fleiri ferðir innaftur upp á stutta tíð, sigur John Eli Olsen.
? Men tað tykist sum um at ov nógv hava gloymt, at skulu vit yvirliva, mugu vit hava útflutning. Og skulu vit hava útflutning, mugu vit vera kappingarfør, leggur hann afturat.