Eg eri harmur um at tað ikki hevur eydnast so væl, sum ætlað. Tað sigur Jákup Dam býráðslimur í Tórshavnar Býráð og formaður í Teknisku nevnd hjá býráðnum. Tað, hann sipar til, er nýggja ferðsluljósið á vegamótinum, har Eystari Ringvegur og Hvítanesvegurin møtast.
Har hevur verið ferðsluruðuleiki rættiliga leingi, tí ferðslan er so nógv, og loysnin hjá býráðnum var at seta ferðsluljós upp. Men hóast kanningar og metingar vístu, at tað skuldi vera nøktandi, hevur veruleikin verið ein heilt annar. Serliga í meldurtíðini er tað ikki óvanligt, at bilarøðin stendur heilt frá ljóskurvunum oman móti tyrlupallinum Yviri við Strond, sigur Jákup Dam.
Tí hevur býráðið samtykt at breiðka vegin og gera eitt spor afturat, so at teir bilar, sum skulu snara av Ringvegnum, inn á Hvítanesvegin, fáa eitt spor fyri seg sjálvar. Samstundis skal ein volli gerast oman ímóti Hoydølum fyri at tálma larminum frá ferðsluni oman ímóti tí friðaða økinum. Tað er eitt arbeiðið sum kostar 1,9 milliónir og tað merkir, at bilarnir, sum skulu til høgru, fáa frítt at koyra.
Jákup Dam sigur, at tað vísir seg, at nógv teir flestu bilarnir, sum koma eftir ringvegnum eystan í frá eftir vegnum yviri við Strond, skulu úr Havnini, og nú fáa teir eitt spor fyri seg sjálvan. Jákup Dam er sannførdur um, at tað fer at bøta munandi um trupulleikan. Hann sigur, at ætlanin er eisini ætlanin at breiðka Hvítanesvegin, so at tað verður betri.
Les meiri um ferðsluviðurskiftini í Havn, Her: Heðin Mortensen má verða Landsstýrismaður
Heðin Mortensen, býráðslimur í Havn, vísir eisini á, at ferðslan úr Hoydølum, serliga tey, sum eru til gongu, ella á súkklu, og skulu til høgru, niðan á Háls, hava einki útsýni yvirhøvur, og tað er til stóran vanda. Jákup Dam lovar at kanna hesi viðurskiftini og at gera nakað við tað.