Eingin hevur skotið fleiri mál á føroyska landsliðnum enn Rógvi Jacobsen. Hann hevur enn tá skotið tvey í móti heimsins besta landsliðið. Og teir eru ikki nógvir yvirhøvur, sum hava skotið tvey mál í móti Italia. Hann hevur vunnið føroysku landskappingina. Hann hevur vunnið føroysku steypakappingina.Rógvi Jacobsen hevur spælt í Íslandi, Noreg og Danmark. Nú spælir Rógvi Jacobsen ikki longur.
Føroyar og føroyskur fótbóltur eru ikki bara vorðin ein góðan fótbóltsleikara fátækari. Føroyskur fótbóltur hevur mist eina heilt stóra persónligheit. Ein vinnara sum ikki stúrdi fyri nøkrum. Ein leikara, sum ikki góðtók annað enn ein sigur.
Nú hevur Rógvi Jacobsen góðtikið, at ein skaði ger, at hann ikki kann spæla fótbólt.
Ein spong argar
– Eg haldi meg havi roynt nóg mikið til at koma fyri meg. Tað hevur ikki eydnast, so nú havi eg valt at taka frí frá fótbólti og skaðum, sigur hann.
Trupulleikin er, at Rógvi Jacobsen hevur meitt sær eina spong í fótinum, sum ikki vil lekjast aftur. Skeivar rørslur í kroppinum hava við sær, at spongin ikki verður styrkt soleiðis sum hon skal. Tískil hovnar fóturin hvørja ferð hann rennur.
Rógvi Jacobsen hevur verið so langt sum í Írlandi og leita sær hjálp. Serfrøðingar kannaðu hann, Rógvi fylgdi einari serligari venjingarskrá, men hóast hart arbeiðið, eydnaðist tað ikki honum at koma fyri seg.
– Sum støðan er í løtuni, so er tað liðugt við fótbólti hjá mær. Um eg nakrantíð komi at spæla aftur, má tíðin vísa, sigur Rógvi Jacobsen.
Takk fyri
Klaksvíkingurin er 32 ára gamal. Hann er ikki knýttur at nøkrum felag, tí sáttmálin, hann hevði við ÍF, gekk út eftir kappingarársenda. Henda sáttmálan ynskti Rógvi ikki at leingja, um hann ikki kom fyri seg. Í fjør spældi Rógvi bara seks dystir, men megnaði kortini at gera fýra mál.
Framyvir vera so eingir dystir og tíansheldur ongin mál frá Rógva Jacobsen. Hetjan hevur valt at takka fyri seg. Vit siga takk og somuleiðis!
- - -
Fakta:
Navn: Rógvi Jacobsen
Føddur: 5. mars 1979
Feløg: ÍF, HB, KR Reykjavík, Sønderjyske, IL Hødd og KÍ.
55 landsdystir og 10 mál.
205 landskappingardystir
og 89 mál
73 steypakappingardystir
og 24 mál.