AÐALFUNDUR
Føroya Banki hevði aðalfund í gjár, og tað vóru langt frá allir partaeigarar, sum vóru nøgdir við framferðina á fundinum.
Ein av stóru privatu partaeigarunum, Poul Mohr, fer so langt sum at kalla framferðina fyri bóndafangarí.
- Hesar vóru í hvussu er ikki tær fortreytir, sum vit keyptu partabrøvini undir, sigur hann.
Tað, sum hendi á fundinum í gjár, var, at eingin av teimum fimm nevndarlimunum í Fíggingargrunninum møttu, men høvdu í staðin givið fullmakt til nevndarformannin í Føroya Banka, Claus Rasmussen, at atkvøða grunsins vegna.
Samstundis varð Jógvan Ellefsen vrakaður sum fundarstjóri og ein dani settur í staðin.
- Hesin danin gjørdi beinanvegis greitt – sum helst eisini rætt er – at hansara tulkingar av viðtøkunum vórðu galdandi á aðalfundinum. Og hann tulkaði ásetingarnar soleiðis, at avmarkingin á 10% ikki var galdandi fyri nevndina, tá hon hevði fullmaktir frá partaeigarum, sum tilsamans umboðaðu fleiri enn hesi 10 prosentini, sigur Poul Mohr.
Viðtøkubroytingarnar, sum heimilaðu nevndini at atkvøða við fullmakt, vórðu samtyktar í 2007, men tá varð ført fram, at hesar broytingar ikki fóru at hava nakran praktiskan týdning.
Hetta spurdi eg um tá, og fekk at vita frá táverandi nevndarformanni, Jógvan Páll Joensen, at hetta hevði ongan praktiskan týdning. Sama svar gav Janus Petersen, tá bankin var á sjarmuherferð og millum annað vitjaði okkum, sigur Poul Mohr.
- Verður hetta framferðarhátturin, kann nevndin jú bara verða sitandi í allar ævir, við at útvega sær fullmakt frá fleiri síðum, sigur Poul Mohr.
Ikki tikið støðu
Í viðtøkunum fyri bankann stendur, at eingin eigari kann atkvøða fyri meiri enn 10% av partapeninginum. Hetta merkir, at hóast Fíggingargrunnurin eigur 33% av partapeninginum, telja grunsins atkvøður bara fyri 10% av samlaðu atkvøðunum. Men við at lata nevndini fullmakt, kann nevndin sleppa uttan um hesa áseting og atkvøða fyri 33% av partabrøvunum.
Eg átalaði eisini, at farið varð heilt til Danmarkar eftir einum fundarstjóra, men tað mann hava verið fyri at hann kundi tulka viðtøkurnar soleiðis, sum nevndin ynskti, sigur Poul Mohr.
Hann veit ikki enn, hvat er til ráðar at taka, men hann er kortini sannførdur um, at verður einki gjørt, verður hetta uttan iva praksis á komandi aðalfundum.
- Verður farið fram á henda hátt, kann nevndin jú bara sita og velja seg sjálva aftur á hvørjum aðalfundi, og partaeigarar, sum hava sett nógvan pening í bankan, fáa als onga ávirkan, sigur Poul Mohr.
Hann heldur tí, at verður hetta praksis frameftir, hava privatu partaeigararnir keypt síni partabrøv undir skeivum fortreytum.
- Tað er eisini undarligt, at eingin av teimum fimm limunum í nevndini fyri Fíggingargrunnin hevði stundir at møta upp á aðalfundi, tí fremsta uppgávan hjá nevndini er at taka sær av áhugamálunum hjá grunninum, sigur Poul Mohr.
Enn hevur hann ikki tikið nakra støðu til um, og í so fall hvat er at gera við ta sannroynd, at nevndin í Føroya Banka við fullmaktum kann sita og velja seg sjálva á aðalfundum bankans.