Skal Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju, seljast, skal málið viðgerðast bæði væl og virðiliga annars.
Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, nú Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini hjá Býráðnum, hevur róð fram undir, at kommunan skal selja risastóra Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju.
Les meiri um tað her: Spælir við tankan um at selja risastóran bygning í Havn
Annika Olsen sigur, at hon veit um tankarnar, Bogi Andreasen hevur, men sum so hevur hon onga viðmerking til málið.
Men hon sigur, at málið er ikki viðgjørt yvirhøvur og má tað gerast, áðrenn talan kann verða um at selja. Og heldur eisini, tað er sjálvsagt, at meinar Bogi Andreasen hetta í álvara, fer hann at eisini at reisa hetta sum eitt mál í býráðnum so at tað kann fáa tað neyðugu viðgerðina.
Borgarstjórin í Havn sigur, at hetta er nevniliga ein rættiliga prinsipiellur spurningur. Hon ásannar, at spurnartekin kann setast við um tað er ein kommunal uppgáva at eiga ein stóran bygning við tí endamáli at leiga út. Men hinvegin liggur bygningurin í fremstu røð á havnarlagnum, og kommunur hava altíð verið ómetaliga varnar við at frásiga sær ognarrættin til havnarløg, og til øki fram við sjóvarmálanum.
– Tí er hetta ein spurningur, sum má fáa eina gjølliga viðgerð, sigur hon.
Og samstundis ásannar hon eisini, at Sjóvinnuhúsið er ein fongur fyri kommuna, tí tað er ein klekingardepil við góðari samvirkan ímillum Fróðskaparsetrið, Hugskotið, Framtaksgrunnin, Vinnuframa, Klippfisk, Filmshúsið, og privatar fyritøkur.
Bogi Andreasen sigur, at tað er nettupp tað, hann fer at gera, nevniliga at reisa málið í býráðnum og tað verður eftir summarferiuna.