- Her er okkurt spinnandi galið við okkara politisku skipan, og vit eiga at hyggja at hesum eina ferð afturat.
Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum. Í kjalarvørrinum á tí, sum er hent síðani løgtingsvalið, har politikarar eru farnir úr flokkum, uppí aðrar flokkar – og úr teimum aftur- heldur hann, at nú er stundin komin til at endurskoða okkara valskipan.
- Vit eiga at taka støðu til spurningin um vit framhaldandi skulu vera eitt valdømi, ella ikki, sigur hann.
Hann staðfestir, at hann tók undir við, at Føroyar vórðu lagdar saman í eitt valdømi. Men hann ásannar samstundis, at hann hevði ikki ímyndað sær, at støðan fór at verða, sum hon er nú.
- Eg síggi ein heilt annan veruleika, enn tann, sum varð førdur fram, fór at verða, tá ið Føroyar vórðu eitt valdømi, sigur hann.
- Tað, sum hendir í føroyskum politikki, er rættiliga ørkymlandi. Sum gongdin hevur verið, er politikkur vorðin meiri og meiri persónligir, tí støðan er tann, at tey einstøku valevnini hugsa bara um at føra seg sjálvi fram, uttan at hugsa um flokkin, tey umboða.
- Á valplatakunum verða andlitini á valevnunum størri og størri og navnið á flokkinum verður minni og minni. Samstundis hava vit nú limir í løgtinginum, sum eru valdir við 69 atkvøðum.
Hinvegin formaðurin í Sambandsflokkinum, at tað verður eisini mismunur gjørdur á politikarum.
- Summir borgarstjórar sleppa at sita á tingi, men aðrir sleppa ikki. Hetta er ikki sunt, tí tað sær út til, at hetta endar í tí bera anarki, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
- Eg sigi ikki, at vit skulu bakka aftur til fleiri valdømi, men vit eiga at endurskoða valskipanina, har vit onkusvegna eisini tryggja øllum pørtum í landinum eina javna umboðan á tingi, heldur hann.
- Samstundis eiga vit at fáa greiðar reglur fyri borgarstjórar, so at allir eru javntsettir, heldur Kaj Leo Holm Johannesen.