Tað eru tvey lið, sum einki stig hava vunnið síðani summarsteðgin, sum hittast við Stórá seinnapartin.
Hóast niðurflytingin mest sum er veruleiki, so hava fuglfirðingar ikki givið skarvin yvir á tann hátt, at teir rokna avgjørt við møguleikanum, at tað skal eydnast aftur at vinna stig.
-Ímóti Skála vístu vit gott avrik, og vit iðra okkum um, at tað ikki eydnaðist at vinna, tí tað høvdu við møguleika fyri. Um vit halda fram á sama hátt, so halda vit, at tað er góður møguleiki fyri, at vit kunnu vinna úrtøku ídag, sigur Leif André Eliasen, sum er næstformaður í felagnum og í dag er í Suðuroy.
Allir ÍF spælararnir eru tøkir.
Eftir fínan fyrsta triðing og góða úrtøku hevur tað í nógv umfør ikki vignast so væl hjá Suðringum. Stigatalvan sigur, at nú er dagsskráin at halda seg røttu megin strikuna.
-Vit hava seinastu ferðirnar tapt ímóti teimum fremstu. ÍF er eitt av liðunum, sum vit hava møguleika ímóti. Tvær tær seinastu ferðirnar havi eg verið væl nøgdur við hugburðin hjá mínum monnum. Eg rokni avgjørt við, at teir eisini fara av vísa sama hugburð í dag, sigur venjarin Maurice Ross.
Heri Kjærbo er leikbannaður, og Teitur Justinussen og Ragnar Joensen eru farnir av landinum í útbúgvingarørindum.