Hetta er mannminkandi

- Arbeiðsfólkini vistu av ongum, fyrr enn tað bleiv bumað í høvdið á teimum í fjølmiðlunum, at teirra arbeiðspláss var farið á heysin, og at tey ikki skuldu koma aftur til arbeiðis. Tað er mannminkandi, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.

Arbeiðsfólkini á Føroya Fiskavirking vórðu seinnapartin í dag skelkað, tá tað kom fram, at royndin at selja Fiskavirking til nýggjar íleggjarar var miseydnað, og at Fiskavirking var farið í Skiftirættin. Harvið er felagið farið á heysin, og flestu av teimum gott 700 arbeiðsfólkunum skulu ikki møta aftur til arbeiðis.

- Fyristillið tykkum skelkin, sum arbeiðsfólkini hava fingið í dag. Vit hava stúrt fyri, at hetta skuldi henda, men nú høvdu vit góðar vónir um, at nýggir eigarar skuldu føra felagið víðari. Og so verður hetta bumbað í høvdið á arbeiðsfólkunum í dag. Eingin visti nakað um, at hetta skuldi henda, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.

- Fólk hava verið til arbeiðs á onkrum virkjum í dag, og onnur hava bíðað eftir arbeiðsboðum, og so fáa tey hesi boðini í dag. Tað er mannminkandi at gera soleiðis, tað er óvirðiligt, og hetta vísir bara, hvussu lítið arbeiðsfólkini verða vird, sigur Ingeborg Vinther.

Eyðinn Jacobsen, sum er annar av bústjórunum, segði í kvøld við Dag og Viku, at tað gekk so skjótt fyri seg í dag, at tað bar ikki til at kunna arbeiðsfólkini ordiliga, áðrenn tíðindini komu út. Tað harmaðist hann um.