Súsanna Holm
???????????
Eg eigi eina 83 ára gamla mammu, sum síðani hon var 18 ár hevur búð í Tórshavnar Kommunu. Hon hevur verið ein góður borgari ongantíð ligið nøkrum til last. Treyðugt vildi hon taka ímóti heimahjálp, tá ið hon fyri umleið 5 árum síðani gjørdist sjónligari veikari og staðfest varð at hon hevði Parkinson. Síðani hevur hon verið brúkari í heimarøktini, hjálpin varð so líðandi økt sum sjúkan beit fastari og fastari á, tó oftani ikki fyrr enn man talaði at, vísti á og argumenteraði fyri hesum.
Alt hetta gekk til miðan januar í ár, tá ið mamma mín datt heima í køkini. Orsøkin var, metti man smáar heilabløðingar. Hon var innløgd á Landssjúkahúsið, kom í viðgerð og tey royndu eisini við upptrening. Men mamma mín var broytt og vorðin so pleygukrevjandi at møguleikarnir fyri at hon kundi koma heim aftur vóru ikki til staðar. Sum einasta dóttur í býr í Føroyum, einkja og við børnum í skúlaaldri og undir útbúgving havi eg úr at gera við at klára dagin og vegin.
Vit fóru beinanvegin í hernað við at royna at fáa eitt røktarheimspláss. Mamma mín varð uppskrivað fyri nøkrum árum síðani til Ellisheimið. Men her var sagt at nú í sjúklingurin ikki var mobilur longur, ja so var hon ikki kanditatur til eitt pláss har.. Á Láargarði var mamma blivin uppskrivað seinni og hon var eisini komin uppá akuttlistan beint áðrenn jól 2003.
Deildin á Landssjúkrahúsinum royndi alt sum tey vóru ment at pressa á, eg sjálv havi leypandi verið í samband við Lágargarð og víst á støðuna og roynt at argumentera, fái altíð forstáilsi men eg komi ikki longur. Eg havi verið og tosað vil leiðandi sosialráðgevara í Tórshavnar Kommunu, fyri at fáa mammu mína upp á akuttlistan og aftur nú, fyri at kunna um støðuna enni aftaná fallið í januar. Eisini her møti eg forstáilsi, men onga hjálp.
Alla staðni verður sagt hevur tú roynt at ringt til Sandoyar til Vágarnar, royn tað........ og síðani turka tey sínar hendur uppí eitt handklæði og tú stendur sum avvarðandi einsamallur eftir við ábyrgdini at fylgja uppgávuni upp.
Samstundis gjørdust støðan meira og meira trupul, mamma mín var ikki nakar lættur sjúklingur á eini meddicinskari deild, har í álvarsama sjúkir sjúklingar koma og fara og ofta liva sína síðstu tíð. At enda var eg biðin at koma til eina samtalu, har í eg fekk at vita, at klagur vóru komnar orsakað av hennara ófrið og rópan. Orsakað av hesum og orsakað av at mamma mín ikki hevði útlit til at fáa eitt røktarheimspláss í bræði, var tann avgerð tikin at mamma mátti doyvast niður so hon ikki longur var til ampa fyri hinar sjúklingarnar.
Enn eina ferð royndi deildin at tosa við Tórshavnar Kommunu og eg sjálv fór enn eina ferð at tosa við Lágargarð og Sosialu Deild og segði teimum frá hesi ólukkuligu støðu, men uttan úrslit.
Í neyð míni setti eg meg í samband við Landsstýrismannin í Almannamálum kunnaði hann um støðuna. Hann royndi at fáa eitt av sínum embætisfólkum at hyggja uppá sakina, men í skrivandi stund eru vit ikki komin nærri einum úrsliti.
Síðani leygardagin 1. mai havi eg ikki verið í kontakt við mammu mína. Hon liggur í eini song, verður tikin upp í bað um morgunin, fær at eta men síðani doyvd niður. At henda viðgerð skjótt fer at geva álvarsamar fylgir fyri likam og sál havi eg fingið at vita. Men nú er hon ikki til ampa fyri eina flugu.
Eg má sum borgari í hesum landi og sum menniskja tala at hesi framferð móti einum menniskja. Hetta er at taka ræðið av einum menniskja ið hevur verið ført fyri at tala sína egnu søk. Hetta er átaluvert og skammiligt at slíkt skal fara fram í einum demokratiskt kristnum samfelagið. Eg kann ikki lasta nøkrum stovni ella nøkrum starvsfólki, tí øll hava gjørt ta ið tey vóru ment og innan fyri tær rammur ið vóru teimum álagdar av landsins myndugleikum.
Eftir stendur at hetta er ein politiskur spurningur, her er talan um eitt menniskja ið ikki er pláss fyri í okkara samfelagi og sum tískil má beinast til at tiga og verða friðarligt. Tá ið hetta kann bera til í okkara demokratiskt kristna samfelagið, er tað mín meting at ikki er langt til at vit gloypa tí bita, sum gevur loyvi til at taka lívið frá fólki ið eru óynskt, besverlig, ið ikki passa inn í tær av okkara politikarum skipaðu rammum.
Eg veit hvat í mamma mín ynskir, hon ynskir at sleppa heim, men skilir at tað ber ikki til og at hon má fáa hjálp til næstan alt. Eg fái tað argument frá Tórshavnar Kommunu at so nógv onnur eru í somu tøðu sum vit - eg má spyrja um man metir at tað legimentarar trupulleikan at so nógv onnur miðalaldrandi fólk í bæði arbeiða, hava børn heima og í útbúgving, fyriuttan ommubørn, eisini skulu passa teirra gomlu foreldur í áravís. Hevur nærkar hugsa um hvussu tey gomlu hava tað við at verða uppá skift hjá sínum børnum - hevur nakar politikari mett at tað var neyðugt við einum eldraráðið í fekst við annað enn bingo og at skipa fyri útferðum?
Eftir stendur at vit hava eitt samfelag ið als ikki virðir síni gomlu. Vit hoyra ferð aftaná ferð politikarar argumentera fyri at fleiri og fleiri og fleiri eldri verða, tvs. at tey verða ein størri og størri útreiðsla fyri samfelagið. Eg spyrji hvussu nógv prosent av árganginum frá 1904 og niðureftir liva enn? Hevur okkara samfelag ikki ráð til at geva hesum aftaná at tey hava búð sum longst heima og gerast sjúk og veik eitt virðiligt lívskvøld? Vilja tit sum sita í Løgtinginum flytast uppá skift millum tykkara børn tí onki pláss er fyri tykkum?
At eitt gamalt hampafólk, ið dettur um í køkini hjá sær sjálvum skal enda sum eitt fløskuhálsproblem, niðurdoyvt so at tað ikki er til ampa fyri samfelagið má eg sum dóttur og ikki minst menniskja tala at.