Fure Nord er ársins skip í føroyska flotanum.
Tað boðar Sjóvinnustýrið frá beint nú
Nummar tvey gjørdist Morthern Ocean og og nummar trý varð Saeborg.
Einaferð um árið heiðrar Sjóvinnustýrið eitt skip undir føroyska flagginum, sum kann vísa á serliga góð úrslit í fyri rakstri og trygd í undanfarna ári.
Skipið við besta úrslitinum verður funnið við at telja úrslitini saman, tá ið eftirlit er umborð.
– Umframt hetta verður eisini hugt eftir, um feilir eru, tá ið skipini verða sýnað, og somuleiðis verður hugsað um, hvussu stendur til við klassaskjølum í sambandi við at skip verða góðkend.
Í dag eru krøvini sera stór, og eftirlitini eru samsvarandi strong, sigur Skipasýnið.
– Skipari, feløg og ábyrgdarpersónar mugu tí altíð vera eitt fet frammanfyri eftirlitsmyndugleikarnar og kunna vísa á, at øll viðurskifti eru í lagi. Í hesum sambandi skulu sáttmálar, skips- og manningarskjøl vera dagførd og til taks, og allir millumtjóða- og altjóða sáttmálar, skulu verða hildnir.
Eisini skal skipið altíð hava røttu trygdarútgerðina umborð og vera til reiðar at fáa vitjan av sýnsfólki.
Sjóvinnustýrið leggur stóran dent á, at skip í føroysku altjóða skipaskrásetingini, Fas, eru væl rikin og trygg.
– Hetta er við til at veksa um virðingina fyri føroyska flagginum, og tað gevur afturljóð á tann hátt, at flaggið fær verður sett ovarliga á hvíta listan hjá altjóða eftirlitsmyndugleikunum.
Hetta hevur aftur góða ávirkan á avleiddu vinnurnar, sum standast av virkseminum í Fas.
Hetta er fjórða árið, at Sjóvinnustýrið hevur kosið ársins skip. Vinnarar undanfarnu árini hava verið Northern Ocean í 2015, Norrøna í 2014 og Nordjarl í 2013.