Í annaðkvøld klokkan 19.45 renna Føroyar og Pólland á Tórsvølli til EM-undankappingardyst. Gestirnir koma uttan Robert Lewandowski og við nýggjum venjara, men tað er ikki vist at tað er ein fyrimunur fyri Føroyar.
- Tú veist aldrin hvat fyri ávirkan ein nýggjur venjari hevur. Onkuntíð gott og onkuntíð minni gott. Eg haldi meg hava lisið, at tølini siga at tað hevur eina góða ávirkan allar fyrstu dystirnar, metir Håkan Ericson og sigur víðari.
- Vit høvdu eina støðu á svenska landsliðnum, har Zlatan Ibrahimovic gavst. Tá væntaðu øll, at Svøríki fór í forfall, men tað endaði við víðari luttøku og komu til fjórðingsfinaluna í einum endaspæli. Vit vita ikki hvørja ávirkan tað hevur enn.
Pólskir miðlar spurdu meira enn eina ferð um møguleikarnar hjá Føroyum at vinna. Håkan Ericson royndi at greiða frá, at fyri tað um Robert Lewandowski ikki var við, so telur pólska landsliðið aðrar góðar spælarar.
- Tit hava spælarar í Seriu A og aðrastaðni. Tit hava ein nýggjan venjara og hava 11 nýggjar spælarar við í hópinum, so vit vita ikki hvat vit skulu vænta av pólska liðnum. Eg hava 99 prosent fokus á okkum sjálvar, sigur Håkan Ericson.
Føroyar og Pólland spæla á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19.45.