Týsdagurin var stórur í føroyskum fótbólti. Tað er sjáldan, at Føroyar vinna landsdyst í fótbólti, og tað er uppaftur sjáldnari, at Føroyar vinna landsdyst á útivølli. Týskvøldið vunnu Føroyar tveir landsdystir á útivølli. Tað er ongantíð komið fyri áður. A- landsliðið vann 1-0 í Norðurmakedonia, og U-21 landsliðið vann ímóti Liktinstein.
Síðani landsliðsspælararnir lendu aftur í Føroyum hevur foldin verið hvít, men í dag skínur sólin, og tað er av fagrasta veðri. Tveir dystir vera seinnapartin í bestu deildini, tríggir dystir vera í næstbestu deildini, tríggir dystir vera í bestu kvinnudeildini, og í kappingini um løgmanssteypið verður annar av dystunum í innleiðandi umfarinum í dag.
Skjøtil varð settur á fótbóltsvikuskiftið í gjárkvøldið, tá ið teir næstbestu hjá HB høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá KÍ. Gestirnir fóru norðuraftur við trivaligum 6-0 sigri, sum ber við sær, at KÍ undan dystunum, sum vera í dag, eru ovast á stigatalvuni í 1. deild.
Betri Deildin
B68 – HB: Kári J. á Høvdanum leygardagin kl. 16.00
AB – Skála: Petur Reinert leygardagin kl. 17.00
-
1.deild
Víkingur – 07 Vestur: Jón Tór Baldvinsson kl. 14.00
NSÍ – TB: Heini Ziskason Viðoy kl. 14.30
B36 – B71: Áki Leitisstein Hansen kl. 15.30
Fríggjakvøldið
HB – KÍ 0-6 (0-2)
0-1: Dávid B. Andreasen 25.
0-2: Jákup N. Vilhelmsen 29.
0-3: Kristoffur Jakobsen 51.
0-4: Dávid B. Andreasen 55.
0-5: Ari Mini Jacobsen 80.
0-6: Jóhan Waag Høgnesen 82.
Sunnudagin
ÍF – Undrið FF: Kristian Gunnar Joensen kl. 15.00
-
Betri Deildin kvinnur
HB – KÍ: Høgni Madsen kl. 13.00
TB/FCS/Royn – 07 Vestur: Høgni Poulsen kl. 14.00
NSÍ – EBS/Skála: Marius Dam Vang kl. 17.00
Sunnudagin
B36 – Víkingur: Annfinn Hjaltalin kl. 12.15
-
Løgmanssteypið
Innleiðandi
Í dag
FC Hoyvík – MB: Bent Tommy Linklett Hoyvíksvøllur kl. 16.00
Í morgin
FC Suðuroy – ROYN: Daavid Waag Sjóstein kl. 14.30