Hetta er tað grovasta samgongan hevur gjørt

Tað er ein gerð hjá hesi samgonguni, sum er enn bæði samkynt hjúnalag og kollveltingin í fiskivinnuni, heldur Jørgen Niclasen

 

– Hetta er so tað grovasta, hendan samgongan hevur gjørt!

 

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, heldur, at tað er ein gerð hjá hesi samgonguni, sum er upp aftur verri í hansara eygum, enn at seta ætlaðu fiskivinnunýskipanina í verk og at loyva samkyndum at giftast.

 

Og tað ringasta, Jørgen Niclasen heldur, at hendan samgongan hevur gjørt, er nú hevur hon sett eina kunngerð í gildi, sum hevur tað avleiðing, at nú fer tað at kosta einum ungdómi einar 18.000 krónur at fáa koyrikort til prutl, har tað áður hevur kostað einar 150 krónur.

 

 

Les eisini: Koyrikort til prutl kosta upp til 18.000 kr

 

 

Í Løgtinginum í gjár var Jørgen Niclasen sannførdur um, at ungfólk fara ikki at leggja 18000 krónur á borðið fyri at fáa eitt koyrikort, sum varar í trý ár, til tey fylla 18 og fáa koyrikort til bil.

 

Men hann er líka sannførdur um, at avleiðingin verður, at tey ungu fara at koyra prutl sum tey altíð hava gjørt, men tey fara bara ikki at taka koyrikort.

 

Longu sum er, eru tað nógv ung, sum koyra prutl við ongum koyrikorti og tí eigur tað at vera lættari at taka koyrikort til prutl. Tvørtur ímóti hevur samgongan hækkað prísin úr 150 krónum upp í 18.000 krónur og hetta er so tað ringasta, hendan samgongan hevur gjørt.

 

– Hetta er tann mest ótrygga kunngerðin, eg havi sæð í lívinum, sigur løgtingsmaðurin fyri Fólkaflokkin.

 

Tískil heitti hann á Henrik Old, landsstýrismann um at broyta hetta.

 

Sjálvur heldur Jørgen Niclasen, at tað er nóg mikið, at tey, sum taka koyrikort til prutl, fáa eina teoribók og fara so upp í roynd at vísa, at tey duga hana, og at tey duga at koyra prutl.

 

 

Les á info um eina løtu at Henrik Old, landsstýrismaður sigur, at koyrikort til prutl skal verða nógv bíligari og hann hevur eisini loysnina upp á, hvussu tað kann gerast. Men hann sigur, at tað mest avgerandi er at halda tey ungu burtur frá koyrilærarum, sum taka fleiri túsund krónur fyri eitt koyrikort til prutl.